Samgongulimir ivasamir um brævið til ST

Í Fólkaflokkinum eru politikarar bangnir fyri, at brævið frá landsstýrinum til ST kann skaða viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Sjálvstýrisflokkurin heldur landsstýrið hava svikið uttanlandsnevndina.

Brævið frá uttanlandsdeildini í Tinganesi til ST er politiskt, tá nevnt verður, at Danmark ikki vil samráðast við føroyingar um føroyskt fullveldi.

Hetta heldur Jákup Sverri Kass, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og limur í uttanlandsnevndini.

Somuleiðis heldur Jákup Sverri Kass tað vera skeivt av landsstýrinum at hava sent hetta brævið avstað, uttan at kunna uttanlandsnevndina um hetta áðrenn.

? Higartil hevur kunningin frá landsstýrinum til uttanlandsnevndina um fullveldismálið verið góð, men í hesum føri hevur hon ikki verið nøktandi, heldur Jákup Sverri Kass.


Fólkaflokkurin varin

Í Fólkaflokkinum eru tinglimirnir ikki so bersøgnir um áheitanina frá uttanlandsdeildini í landsstýrinum á ST um at fáa at vita um mannagongdirnar fyri at fáa triðja part upp í samráðingarnar.

Jógvan við Keldu, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í uttanlandsnevndini, sýtir fyri at gera viðmerkingar til fjølmiðlarnar um málið. Hann sigur, at hann sjálvur fer at skriva sínar viðmerkingar í bløðunum.

Óli Breckmann, formaður í tingbólki Fólkafloksins, vil heldur ikki gera viðmerkingar til brævið.

Men nýggi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum, Bjarni Djurholm, sigur, at um skrivihátturin í brævinum til ST kann uppfatast politiskt, gagnar hetta í øllum førum ikki viðurskiftunum Danmarkar og Føroya ímillum. Men er talan bert um eitt embætistekniskt bræv, heldur hann tað vera í lagi, tí at øll upplýsing gagnar sjálvsagt málinum.

Bjarni Djurholm leggur tó dent á, at hann enn ikki hevur sæð brævið, men at hann ætlar sær at lesa tað og fáa viðmerkingar frá teimum, ið hava ábyrgdina av tí.

Nýggi landsstýrismaðurin sigur seg principielt vera ímóti at draga ST upp í fullveldissamráðingarnar, sum semingsmann.

Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinsen, heldur ikki, at landsstýrið hevur gjørt nakað skeivt, tá tað sendi ST brævið. Hann vísir á, at neyðugt er við álvarsomum stigum, fyri at fáa donsku stjórnina at samráðast. Men í hesum føri heldur Heini O. Heinesen, at talan bert er um eitt embætistekniskt bræv.


Bera seg at sum smádreingir

Tá útvarpið fyrradagin bar tíðindini um, at landsstýrið hevði sent fyrispurningin, skírdu formenninir í báðum teimum stóru andstøðuflokkunum, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard, ávikavist brævið at vera eina politiska bumbu og beinleiðis láturligt.

Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen vóru báðir á einum máli um, at landsstýrið við brævinum hevði forpestað viðurskiftini millum Danmark og Føroyar upp aftur meira, og at brævið fór at verða hildið at vera láturligt millum øll Norðurlond.

Eisini hildu báðir formenninir, at landsstýrið í hesum føri hevði brotið lyfti sítt um at kunna uttanlandsnevndina um øll viðurskifti í fullveldismálinum.

Men formaðurin í triðja andstøðuflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, heldur beinleiðis, at útsagnirnar hjá Edmundi Joensen og Jóannesi Eidesgaard eru ov langt úti.

? Hetta málið er at meta sum stormur í einum vatnglasi. Og eg haldi, at formenninir fyri størstu andstøðuflokkarnar eru farnir at bera seg at sum smádreingir, sigur Jenis av Rana.

Jenis av Rana vísir á, at uttanlandsnevndin er kunnað um, at landsstýrið fór at kanna møguleikarnar fyri at fáa ST upp í samráðingarnar. Hetta fekk uttanlandsnevndin at vita eftir seinasta samráðingarfundin á Christiansborg.

Í hesum sambandi vísir Jenis av Rana á, at Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen ikki vóru við uttanlandsnevndini til seinasta samráðingarfundin, tí teir eru ímóti øllum kanningum og allari kunning í sambandi við fullveldismálið.


Brævið er politiskt

Jenis av Rana heldur kortini, at tað ikki átti at verið neyðugt at skriva í brævinum, at danska stjórnin ikki vil samráðast við føroyingar. Hetta heldur hann vera eina politiska niðurstøðu.

? Eg haldi ikki, at til ber at siga, at danska stjórnin ikki vil samráðast. Trupulleikin hjá landsstýrinum er bert, at stjórnin ikki vil geva eina skiftistíð, ið er longri enn fýra ár, sigur Jenis av Rana.