Samgongulimir avhøvda tunnilsuppskot

Í tólvta tíma áðrenn lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard um privata Eysturoyartunnilin kemur til viðgerðar í løgtinginum, koma samgongufelagar við alternativum leisti, ið vendir alt á høvdið. Tað almenna skal gera Eysturoyartunnilin, er greiði boðskapurin frá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm

Líka síðani smálutirnir í avtaluni millum Copenhagen Infrastructure Partners og Innlendismálaráðið byrjaðu at koma undan kavi, hava Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm verið millum teir ivasomu. Samgongulimirnir úr ávíkavist Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hava eisini alment gjørt varug við sína støðu.
Nú leggja teir í felag eitt alternativt tunnilsuppskot á borðið, ið rykkir teppið undan tí arbeiði, sum Kári P. Højgaard hevur staðið á odda fyri, síðani hann bleiv landsstýrismaður í innlendismálum. Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm mæla beinleiðis til, at eitt alment partafelag stendur fyri arbeiðnum.
- Verður Eysturoyartunnulin ikki bygdur av einum almennum partafelag, og verða rakstrarinntøkurnar frá hesum tunnli ikki eisini brúktar til at útvega fíggjarligt grundarlag fyri einum Sandoyartunnli, er stórur vandi fyri, at ein Sandoyartunnil ongantíð verður gjørdur, í hvussu so er undir teimum fíggjarkørmum, sum landskassin má halda seg innanfyri nógvu komandi árini.
Soleiðis skriva Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm í viðmerkingunum til tað lógaruppskot, sum er liðugt orðað, men tó enn ikki lagt fyri løgtingið.

Alment felag
Samgongulimirnir ynskja, at verandi tunnilsfeløg, P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin, verða løgd saman í eitt nýtt felag, P/F Tunnilsfelag Føroya.
Sambært Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm skal hetta felag, saman við nýggjum kapitali úr landskassanum, gera bæði Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil. Talan verður tó ikki um, at verandi undirsjóvartunnlar einsamællir skulu fíggja komandi undirsjóvartunnlar. Samgongulimirnir mæla til, at landskassin setir 50 milliónir krónur í felagið, næstu 10 árini. Fyrstu pengarnir skulu játtast á fíggjarlógini fyri 2014.
- Endamálið við uppskotinum er at gjøgnumføra eina samhaldsfasta skipan, sum kan tryggja øllum landinum eitt samferðslukervi, sum uppá longri sigt eisini skal koma suðurleiðini til góðar, siga teir báðir í viðmerkingunum til uppskotið.
Í uppskotinum verður eisini róð framundir, at Tunnilsfelag Føroya við tíðini eisini kann átaka sær at standa fyri suðurleiðini, antin sjóvegis ella gjøgnum ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, um hetta er tekniskt og fíggjarliga forsvarligt.
Men fyrst skal almenna felagið fara undir Eysturoyartunnilin. Og meðan tað arbeiðið verður gjørt, skal felagið gera forkanningar, projektering og arbeiða við at útvega fígging til Sandoyartunnilin, soleiðis at tað arbeiðið kann fara í gongd, so skjótt Eysturoyartunnilin er liðugur.

Fíggingin
Eginognin í P/F Vágatunnilin og P/F Norðoyatunnilin er góðar 400 milliónir, og hesi virði skal nýggja tunnilsfelagið brúka til at útvega sær lán til Eysturoyartunnilin, sum av teimum flestu verður mettur at hava góðar inntøkumøguleikar. Men sama er ikki galdandi fyri Sandoyartunnilin, og tí skulu tær 500 milliónirnar úr landskassanum fyrst og fremst brúkast har, siga Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum tó enn ikki er lagt fram, vísa samgongutinglimirnar á fleiri útrokningarmodell. Felags fyri hesi er, at Eysturoyartunnilin er mettur at kosta 1,2 milliardir krónur, sum skulu gjaldast aftur eftir 30 árum. Persónbilar koma at rinda 40 krónur fyri at koyra gjøgnum tunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna og 15 krónur fyri at koyra undir Skálafjørðin, millum eystara og vestara arm. Fyri stórar bilar verður kostnaðurin ávíkavist 160 og 60 krónur.
Avleiðingin av hesum uppskoti er, at tað ikki verður ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, eins og fleiri hava róð framundir. Í eini roynd at kyrra tey atfinningarsomu hava samgongutinglimirnir valt at áseta í sjálvt uppskotið, at tunnilsgjøldini fyri at koyra undir Vestmannasund og Leirvíksfjørð kunnu ikki hækka.

Samgongan fyrst
Hóast Bárður Nielsen og Bjarni Djurholm í felag hava orðað eitt liðugt lógaruppskot, so verður ikki talan um at leggja tað fyri løgtingið beinanvegin.
- Vit vóna, at uppskotið frá okkum fær eina positiva viðgerð í samgonguni. Vit eru sannførdir um, at við hesum leistinum verður samfelagsnyttan optimal, samstundis sum brúkararnir fáa lagaligastu skipanina, bæði viðvíkjandi ferðslukostnaði og trygd annars, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm var landsstýrismaður í vinnumálum, bæði tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir, sum kunnugt eftir almennum partafelagsleisti. Bárður Nielsen hevur áður verið landsstýrismaður í fíggjarmálum og er í dag formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.



..


Meðan tunnilsuppskotið hjá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm fyrst skal viðgerast í samgonguni, so skal løgtingið í morgin viðgera trý alternativ til uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum. Her er eitt stutt yvirlit.


Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin:
P/F Føroyatunnlar

Uppskotið líkist í roynd og veru nógv uppskotinum hjá Bárði Nielsen og Bjarna Djurholm, tó so at verandi undirsjóvartunnlar verða hildnir uttanfyri. Uppskotið tekur støði í, at landið setir av 260 milliónir krónur á fíggjarlógini næstu níggju árini til almenna partafelagið P/F Føroyatunnlar. Felagið skal fyrst gera Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin, ið skal fíggjast við inntøkum frá Eysturoyartunnlinum.


Framsókn:
P/F Eysturoyartunnilin

Flokkurin mælir til at stovna eitt alment partafelag við 200 milliónum krónum í partapeningi, ið verða játtaðir av fíggjarlógunum næstu sjey árini. Restin skal fíggjast við lántøku. Uppgávan hjá felagnum er at byggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin. Leisturin líkist sera nógv tí leisti, ið Vágatunnilin og Norðoyatunnilin vórðu gjørdir eftir.


Janus Rein:
Tunnilsfelag Føroya

Uttanflokkatingmaðurin mælir til at leggja allar tunnlar í landinum, bæði berghol og undirsjóvartunnlar, í eitt alment tunnilsfelag, sum í framtíðini kemur at standa fyri allari samferðsluútbygging í Føroyum. Tað veri seg Eysturoyartunnil, Sandoyartunnil og Suðuroyartunnil. Felagið fær heimild til at krevja eitt gjald frá øllum, ið brúka allar tunnlar í landinum, umframt ta játtan, ið Landsverk í dag fær til tunnlar. Hesir pengarnir, saman við fíggjarligu styrkini hjá felagnum, skulu bera framtíðar samferðsluútbyggingar.


Kári P. Højgaard:
Privat tunnilsfelag

Uppskotið hjá landsstýrismanninum í innlendismálum snýr seg um at dagføra lógina frá mai 2010, ið gevur honum heimild at geva einum privatum felag tíðaravmarkaðan einkarætt til at gera, eiga og reka undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð. Lógaruppskotið er skrivað, soleiðis at tað passar til tann annars loyniliga sáttmála, sum Innlendismálaráðið hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners.