Samgongukreppa: Løgmaður mist tolið

Kaj Leo Johannesen krevur nú svar frá Fólkaflokkinum, um hann stuðlar samgonguni ella ikki Orsøkin er, at Fólkaflokkurin hevur givið til kennar, at hann ikki stuðlar uppskotinum um játtanarkarmin fyri 2012.

Hetta er løgmaður ikki nøgdur við.

Kaj Leo Johannesen sigur, at tað verður torført at stuðla samgonguni og samstundis ikki taka undir við uppskotinum um fíggjarkarmarnar, sum er lagt fyri Løgtingið.

Ein longri samrøða verður við Kaj Leo Johannesen í tíðindunum á Rás 2 klokkan 12.