Kreppa er í grønlendsku landsstýrissamgonguni.
Annar samgonguflokkurin, IA, er sera misnøgdur við, at hin samgonguflokkurin, Siumut, hevur sett fleiri av sínum trúgvu stuðlum í ymisk stjórastørv hjá heimastýrinum. IA er eisini í øðini um, at skrivstovustjórin hjá heimastýrinum bað ein sonevndan healara reka illar andar úr umsitingini, tí sambært IA hevur hetta verið grønlendska umdøminum uttanlands til stóran skaða.
Formaðurin í IA, Josef Motzfeldt, hevur skrivað Hans Enoksen, landsstýrisformanni bræv, har hann boðar frá, at IA hevur tikið av einum tilboði frá andstøðuni um samráðingar at skipa eina aðra samgongu. Formaðurin í Atassut, Augusta Salling, segði í gjár, at flokkur hennara er til reiðar at taka undir við einum uppskoti um misálit á Hans Enoksen, kemur eitt tílíkt uppskot fyri Landstingið.
Josef Motzfeldt segði við blaðið Sermitsiak í gjár, at skal verandi samgonga halda fram, skulu allir Siumut-stjórarnir koyrast fráaftur. Eitt annað krav er, at samgongan fer undir at reka politikk beinanvegin. Sambært formanninum í IA er einki politiskt arbeiði farið í gongd, síaðni samgongan varð skipað.
- Vit eru hildin fyri tað turra spott. Flokkarnir eru samdir um, at umsitingin hjá heimastýrinum skal gerast meiri grønlendsk, men tað skal gerast á rættan hátt, og hjá okkum hevur tað ongan týdning, um tey, sum sitandi í leiðandi størvunum, eru grønlendingar, kinesarar ella danir. Hetta málið hevur einki við etniskan uppruna at gera. Tað avgerandi er, at tey fólk, sum skulu útinnna valdið í Grønlandi, skulu hava tann neyðuga førleikan og vera í samljóði við fólkið her, segði Josef Motzfeldt við Sermitsiak.
Gongur Siumut ikki krøvunum frá IA á møti, rýkur samgongan, og eydnast tað ikki IA og andstøðuni at semjast um nýggja samgongu, noyðast grønlendsku veljararnir aftur til valborðið. Hetta seinna er tó lítið hugsandi. Sambært lógini kann Hans Enoksen, landsstýrisformaður skriva út nýval, men hildið verður fyri vist, at eit tílíkt uppskot hevði fingið meiriluta ímóti sær í Landstinginum, tí hinir flokkarnir eru ímóti nývali so stutt aftan á seinasta landstingsval.










