Nú er støðan í Havn av álvara tikið uppá hægsta stig.
Aksel V Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava havt fund um støðuna í Havn í morgun.
Tað er væl eingin ivi um, at Heðin Mortensen setur hart móti hørðum á løgtingi, fyri at fáa sín borgarstjórasess aftur frá Anniku Olsen, Tjóðveldi og Framsókn.
Í morgun hevur Heðin Mortensen hitt Aksel V. Johannesen. Síðani hevur Aksel hitt Høgna Hoydal og Poul Michelsen og nú skal Heðin Mortensen aftur hitta Aksel hvørja løtu.
In.fo fylgir støðuni.