Samgongufundur: Avgjørt at halda fram við Marknagili

Marknagilsdepilin skal byggjast.

Tað er niðurstøðan á samgongufundi um Marknagilsdepilin í gjár.

Bjørn Kalsø sigur, at niðurstøðan er, at haldast skal fram við ætlanini at byggja skúladepilin í Marknagili.

Men hann staðfestir framvegis, at tað verður ein avbjóðing at finna pengarnar, sum resta í, fyri at farast kann undir ætlanina.

Neyðugt verður at útvega 64 milliónir afturat, fyri at fremja byggingina, tí skúladepilin verður dýrari enn upprunaliga mett.

- Tann peningin skulu vit nú royna at finna, men tað verður torført, sigur hann.

Hann vónar framvegis, at tað mesta kann útvegast við, at Tórshavnar Kommuna keypir handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði.

Annars er eisini ein møguleiki, at Tórshavnar Kommuna keypir sær rætt til at leiga depilin í Marknagili um kvøldarnar, um vikuskiftini og í ferium, tá ið hann annars ikki verður brúktur til skúla.

- Tað, sum so restar í av pengum, skal so politiskt semja finnast um. Tað verður ein avbjóðing, men samgongan er sinnað at finna eina loysn, sigur Bjørn Kalsø.

Hann vil kortini onki siga um, hvussu ein loysn kundi verðið snikkað saman, men tað kemur tann næsta tíðin at vísa, sigur hann.

Samstundis ásannar hann, at hann er rættiliga fullvísur í, at tað fer at bera á mál hóast tað kann verða torført og hóast hann ikki kann veita vissu fyri, at tað fer at bera til.

Og landsstýrismaðurin ætlar at arbeiða skjótt, so at spakin kann setast í longu í vár, so endamálið er at fáa Løgtingið at samtykkja ætlanina, áðrenn farið verður í summarfrí, vanliga síðst í apríl, ella fyrst í mai.

Skal skúlin verða liðugur í 2016, er neyðugt at arbeiðið byrjar í vár, sigur hann.

Andstøðan hevur boðið sær til at hjálpa landsstýrismanninum at finna fígging, sum tey hava málborið seg.

Men landsstýrismaðurin dugir ikki at síggja nakað sum helst endamál í at fáa andstøðuna upp í.

- Andstøðan hevur sitið í tí politiska fylgibólkinum og tað arbeiðið er lagt afturum.

- Hetta snýr seg um eina politiska telving í samgonguni, men vil andstøðan taka undir við endaliga úrslitinum, so ongantíð betri, sigur Bjørn Kalsø.