Avtalan millum teir tríggjar samgonguformenninar broytir einki við uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi, sigur uppskotsstillarin Landsstýrisflokkarnir samdust í gjár um at broyta uppskotið hjá Edmundi Joensen, løgtingsformanni um at gera Føroyar til eitt valdømi. Eftir semjuni hjá teimum trimum floksformonnunum verður landið ikki eitt valdømi fyrr enn eftir næsta val, og harafturat skal Suðurstreymoyar valdømi hava ein valdømisvaldan tinglim afturat.
Men Edmund Joensen, sum eigur uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi, sigur við Útvarpið, at einki er broytt fyri hansara viðkomandi, og at Løgtingið er ikki bundið av nakrari avtalu í samgonguni.
-Tað er upp til Løgtingið at gera av, hvat skal henda við hesum uppskotinum, og nær møguligar broytingar skulu koma í gildi, og tað er ikki bundið av nakrari sum helst avtalu við samgonguna. Tað er lagt fram, so Tingið frítt kann taka støðu til sína egnu skipan, sigur Edmund Joensen.