Samgongu(ó)møguleikar

Oddagrein

 

Minni enn 5 mánaðir eru til løgtingsval. Hetta verður eitt tað mest spennandi valið í mong ár. Fullveldispolitikkurin sleppur av álvara at standa sína roynd. Valið kann sigast at verða ein seinkað fólkaatkvøða, sum verandi samgonga hevur tosað nógv um men einki gjørt við. Flestu fólk vilja ikki eina víðgongda fullveldiskós. Og heldur ikki eina víðgongda sambandskós. Samumtikið vilja flest eina miðleið. Helst verður tað eisini hon, ið verður úrslitið av valinum. Føroyingar vilja hava størri sjálvstýri. Ósemjan snýr seg um ferðina.


Valið kann gerast sera javnt millum blokkar og kunnu vit fáa eina støðu, har tað verður torført at seta saman samgongu. B og C tykjast tó at kunna vinna valið einsamallir. Her snýr tað seg nógv um, hvør verður størstur. Ein møguleiki er A,B og C. Hann er sannlíkur, tó at tað kann vera trupult hjá C, fær hann ikki løgmann, at skula samstarva við 2 borgarligar flokkar. Enn ein møguleiki er C og E, nakað, sum tó tykist sera ósannlíkt í verandi støðu. Enn ein samgongumøguleiki er A,C og E. Men hann kann gerast ringur at svølgja hjá C verður hann ikki størstur.


Sjálvandi kunnu smærru flokkarnir, koma teir á ting, skapa nýggjar møguleikar. Fáa teir ikki umboð, er mest sannlíkt við sterkari trýflokkasamgongu. E hevur í mongum førum telvað seg í skák mát hvat samgongumøguleikum viðvíkur. Tá hjálpir støddin lítið. Neyvan fær hann meira enn tey 25%. Nýggja leiðslan hevur ikki viljað rikið semjusøkjandi politikk, og tá kann koma henni aftur um brekku. Vil B leggja á eina meira sjálvstýrissinnaða kós er ikki óhugsandi við A,B og C.


Løgmaður hevur eina sera torføra uppgávu fyri framman verður hugsað um at marknaðarføra sín egna flokk til valið. Øðrumegin er hann løgmaður fyri alt Føroya fólk, hinumegin skal hann fáa veljararnar aftur í foldina við einum meira hóvligum politikki. Hvat hann enn ger missir hann á vengrunum. Men hann má velja. Niðurstøðan á landsfundinum um at samstarvið við E eigur at halda fram kann gerast eins katastrofalt fyri valúrslitið sum hetta samstarv longu hevur skatt flokkin.


Eingin ivi er um, at siðiligi og høviski atburður løgmans hevur givið honum undirtøku millum mangar føroyingar. Kortini gongur flokkurin aftur. Løgmaður má síggja til, at flokkur hansara finnur seg sjálvan aftur skal hann ikki fara í spønir. Diplomatisku útsagnirnar sum ?Bíða nú?, ?Tað skal nokk ganga? ol. duga ikki longur. Hann má fáa flokkin inn aftur á kósina, sum hvørki er samband ella fullveldi, men ein leið, sum í mongum er tann sama sum hon hjá C. Skulu vit hava eina samgongu, sum tekur skilabestu avgerðirnar í ríkisrættarliga spurninginum má hon tí vera A og C saman við antin B ella E. Hvønn veldst um, hvør verður meira mið- og semjusøkjandi.