Samgongan yvirlivir páskirnar

Ljóð frá Rás 2: Samgongan hevur lagt seg sjálva í koma, sigur Jørgen Niclasen.

Politiska støðan er í løtuni rættuliga spent - fyrst og fremst tí at samgongan ikki megnar at fáa egin uppskot úr aftur nevndunum.

 

Tað skulu fýra undirskriftir til at fáa álitini aftur í tingið, men í fleiri førum megnar samgongngan ikki at fáa neyðugu fýra undirskriftirnar, hóast hon hevur fýra umboð í nevndunum.

 

Hetta ger, at málini hópa seg upp í nevndunum og einans smærri mál og 1. viðgerðir eru fyri í tinginum.

 

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at tað tykist sum samgongan hevur tendrað respiratorin.

- Nú eru tey farin í koma, kanska í vónini um, at í koma kann man liva leingi, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á at tað ikki bara eru Kristin Michelsen og fíggjarnevndin, sum eru orsøkin til naggatódn.

 

Jørgen Niclasen kallar tað at goyma veruleikan, tá sagt verður, at undirskriftirnar mangla, tí tað eru í veruleikanum semjurnar, sum mangla.

- Sum eg skilji, hevur tingformaðurin avgjørt, at eingin onnur viðgerð, tað vil siga atkvøðugreiðsla, verður áðrenn páskir, so samgongan yvirlivir til eftir páskirnar, sigur hann.

 

- Tá hevur samgongan tveir møguleikar. Annar er at lata málini liggja í nevnd og detta burtur, halda fram í respiratorinum og sita við maktini, ella at ásanna, at man ikki er stjórnarberandi og fara út til veljaran, sigur Jørgen Niclasen.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jørgen Niclasen.