Løgmaður hevur ferð eftir ferð endurtikið, at løgtingsval verður 19. januar 2012. Tað er tá, at løgtingsval í seinasta lagi skal verða, og Kaj Leo Johannesen hevur tvíhildið um, at hann fer ikki at útskrivað val í úrtíð – heldur ikki eftir at ABC samgongan varð avmonterað og endaði sum minnilutasamgonga millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
Men aðrir leiðandi politikarar rokna við, at val verður í heyst. Sjálvt í samgonguflokkinum Javnðarflokkinum er ivi um, hvussu leingi samgongan kann halda út í heyst.
- Vit hava eina minnilutasamgongu, sum hevur brúk fyri semjum við partar av andstøðuni, og letur tað seg ikki gera, so kann eitt val koma áðrenn 19. januar, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Vilja hava val sum skjótast
Fleiri politikarar halda, at løgtingsvalið eigur at verða hildið sum skjótast – og í seinasta lagi tíðliga í heyst.
- Tað er tíð upp á at fólkið sleppur at siga sína hugsan um, hvør skal stýra í Føroyum. Reint praktiskt er tað eisini betur við einum vali í heyst, so at eitt nýtt landsstýri kann gera eina skilagóð fíggjarlóg, sigur Jákup Mikkelsen, sum hevur verið formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum.
Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at løgtingsvalið átti at verið beinanvegin, og Jenis av Rana heldur, at valið skuldi verið í oktober.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrið er meira avgjørdur.
- Valið skuldi verið skjótast gjørligt. Ja, satt at siga burdi val longu havt verið, sigur hann.
Poul Michelsen, sum hevur stovnað sín egna flokk, Framsókn, stúrir fyri, at heystið kann enda í berum kegli og valstríði.
- Uttan iva verður tað mest valstríð at síggja. Teir ymsu politikararnir fara at vilja markera seg. Man fer at síggja nógv til politiskt dugnasemi og snildi. Um man fer at duga at finna tær til tey ymisku stórmálini, so verður tað eitt spennandi heyst. Um tað hinvegin einans verður valstríð, so fara vit ikki at síggja annað enn keglarí, sigur Poul Michelsen.
eydun@sos.fo
myndatekstur:
Leiðandi politikarar rokna við løgtingsvali í heyst, hóast løgmaður tvíheldur um, at val veðrur í januar