- Samgongan vildi einki siga

Tað segði Høgni Hoydal eftir fund við fiskivinnunýskipanarbólkin.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Høgna Hoydal

 

- Tað er ikki soleiðis, at samgongan hevur lagt nakað fram fyri okkum, segði Høgni Hoydal, eftir at hann hevur verið á fundi við fiskivinnunýskipanarbólkin hjá samgonguni.

 

Samgongan hevur hildið fast við, at hon ynskti eitt klárt uppskot til fiskivinnunýskipanina innan fyrsta februar 2015. Tískil varð ein fiskivinnunýskipanarbólkur settur á stovn, at fremja hetta í verki. Hóast tað einans eru samgonguumboð í bólkinum, hevur herðsla verið lagd á, at tey ynsktu eina breiða semju um fiskivinnunýskipanina, og fríggjadagin í farnu viku fingu andstøðuflokkarnir sostatt fundarboð frá samgonguni.

 

- Talan var heldur um ein fund, har andstøðuflokkarnir vóru bodnir inn hvør sær, fyri at tosa um hvussu man kann samráðast, sigur formaðurin fyri Tjóðveldi, ið var á fundi við arbeiðsbólkin mikudagin.

 

- At vit skulu hava samráðst um ítøkilig uppskot er ein misskiljing. Tað er slettis ikki so - tað, einasta vit kundu gera, var at leggja dent á okkara egnu sjónarmið, uttan at fáa nakað at vita um ætlanirnar hjá fiskivinnunýskipanarbólkinum, sigur Høgni Hoydal.

 

- Tað, sum vit leggja størstan dent á, er spurningurin um ognarrættin til tað tilfeingi, sum alt Føroya fólk og komandi ættarlið eiga. Vit vilja steðga keyp og sølu av veiðiloyvum fyri at basa spekulasjónini í fiskivinnuni, sigur formaðurin í Tjóðveldi.