Samgongan vil sníkja loysingina inn

Sum verða mann, so var landsfundurin hjá sambandsflokkinum á einum máli um, at ein fólkaatkvøða um stjórnarskipanina, var ein máti hjá samgonguni at sníkja loysingina innum dyrnar í Føroyum.

 

Helgi Abrahamsen hevði eina samrøðu við fyrrverandi løgmann floksins, Edmund Joensen, undir núverandi stýrisskipanarlóg, skal ein broyting í henni góðkennast av tveimum løgtingum, við vali ímillum. Edmund Joensen segði, at sitandi samgonga vil gera upp við hesa reglu og innføra ein nýggja stýrisskipan, men tað skal einans góðkennast av einum landsstýri, við eini fólkaatkvøðu.

 

- Hetta sum vit síggja nú, er líkandi einum statskvetti, har ein samgonga ger eitt uppskot, sum síðan skal til eina fólkaatkvøðu. Tað er at sníkja loysingina inn í gjøgnum bakdyrnar, tí um ein meirluti er á eini fólkaatkvøðu, so kann loysingarvongurin arbeiða víðari við málinum, uttan at fleiri løgting eru spurd eftir eini so stórari broyting, sigur Edmund Joensen.