Samgongan vil ikki kanna hví tað er so dýrt í Føroyum

Samgongan er ikki sinnað at seta eina kanning í verk fyri at vita, hví prísstøðið í Føroyum er so høgt afturímóti okkara grannalondum.

Tað er greitt, nú vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið frá Javnaðarflokkinum um at seta eina nevnd at kanna prísstøðið í Føroyum.

Tá ið málið annars var til viðgerðar í Løgtinginum herfyri, var Alfred Olsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í vinnunevndini, annars fullur av lovorðum um uppskotið og helt, at tað var gott, at tað varð lagt fyri tingið.

Samstundis boðaði Johan Dahl, landsstýrismaður, frá, at heitti Løgtingið á hann, skuldi hann fegin standa fyri eini slíkari kanning.

Men nú vinnunevndin hevur viðgjørt málið, hevur pípan fingið eitt heilt annað ljóð.

Í nevndini taka ongi umboð fyri samgonguna undir við tí. Umboðini eru Alfred Olsen, Hanus Samró, Jógvan Skorheim og Bjarni Djurholm og teir mæla Løgtinginum frá at samtykkja tað.

Meirilutin hevur fingið at vita, at kostnaðarstøðið í Føroyum er yvir 10 % hægri enn í Danmark, har kostnaðarstøðið eisini er høgt afturímóti øðrum londum.

Ørsøkin til høga kostnaðarstøðið í Føroyum er at finna bæði í almenna geiranum og privatu vinnuni.

- Nevndin fekk at vita, at landsstýrismaðurin kemur at leggja fyri tingið broytingar í kappingar- og fjarskiftislógum í hesi tingsetuni, umframt at arbeitt verður við nýggjum orkukeldum, sum fara at hava við sær økta kapping og lækka kostnaðarstøðið.

- Somuleiðis verður arbeitt við at skaffa øktar møguleikar til at fáa betri fígging.

Umboð fyri privata vinnulívið hava greitt vinnunevndini frá, at hóast kostnaðarstøðið í Føroyum er høgt, er vinningurin ikki stórur.

Hetta kemst av, at umstøðurnar hjá vinnuni eru ikki nøktandi og ein trupulleiki er, at tað rentan fyri at læna pening úr bankunum er ov høg.

Ein annar trupulleiki er, at farmagjaldið til Føroya er ov høgt, el prísirnir ov høgir og oljan alt ov dýr.

Samstundis fara avgjøld og MVG við meginpartinum av avlopinum hjá vinnuni.

Men verða allir hesir kostnaðir lækkaðir, hevði tað eisini blivið bíligari at keypt vøruna í handlunum.

Meirilutin í Vinnunevndini heldur, at ein kanning afturat ger ongan mun.

- Tað, sum veruliga skal gerast, og sum kann lækka kostnaðarstøðið, er, at landsstýrið, saman við tí privatu vinnuni, til eina og hvørja tíð virkar fyri at fremja neyðugar broytingar, sum fara at hava við sær lægri kostnað og økta kapping.

- Tað fer at hava við sær, at kostnaðarstøðið í Føroyum lækkar, sigur samgongan.

Myndin er tilvildarlig.