Tjóðveldi hevur skotið upp at broyta skattalógina, soleiðis at rentur av láni til keyp av partabrøvum ikki kann dragast frá í skatti
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt málið um broyting í lógini um skatting av kapitalvinningi og býtt seg í tveir partar, meirilutan, sum er samgongan og minnilutan, sum er andstøðan.
Meirilutin, sum er Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen, tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Víst verðar á, at íløgur í partabrøv kunnu javnmetast við vinnuligt virksemi. Við galdandi lóggávu hava privat fólk møguleikan, at gera íløgur í virðisbrøv og mótrokna útreiðslur í hesum sambandi í inntøkunum av hesum íløgum.
– Sæð í hesum ljósi er áskoðanin tann, at verandi uppskot brýtur við galdandi roknskaparmeginreglu um, at útreiðslur, sum eru beinleiðis fortreyt fyri eini inntøku, eiga at kunna dragast frá inntøkuni, áðrenn hon verður skattað, siga teir fýra samgongutingmenninir.
Minnilutin, sum er Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss, tekur undir við málinum.
Í 2006 valdi táverandi samgonga at broyta kapitalvinningsskattalógina soleiðis, at rentur, sum stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum, skuldu kunna mótroknast í kapitalvinningi.
Henda lógaráseting gjørdi tað fíggjarligt meira áhugavert fyri fólk at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, tí við hesum kundu fólk mótrokna rentuútreiðslur til lán, ið tey tóku fyri at keypa virðisbrøv, í møguligum vinningi í sambandi við virðisbrøvini. Harvið skuldi minni skattur rindast av vinninginum.
– Við hesi lógarbroyting sendi politiska skipanin samstundis fráboðan til fólk um, at ynski var um at skunda undir lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum, siga tey úr minnilutanum.
Hetta var eisini nakað, ið fleiri fólk valdu at gera, og eru fleiri eisini komin í fíggjarligar trupulleikar av hesum, eftir at partabrøvini eru fallin í virði, ella heilt hava mist teirra virði. Tí eftir standa fólk við láninum.
– Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur áður upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir nýggju regluni um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. Hetta bendir á, at skattafyrimunurin hevur verið við til at skunda undir lántøku til keyp av partabrøvum. Verandi skipan gevur hartil bert fólki møguleika fyri at mótrokna rentur, ið koma av lánum, ið verða tikin til keyp av virðisbrøvum. Hinvegin verður hesin skattafyrimunur ikki givin øðrum, eitt nú privatfólkum og familjum, ið skulu lána pening til annað neyðugt virksemi ella nýtslu. Tað eru harvið bert fólk, ið hava ráð til at taka lán til at gera íløgur í lánsbrøv, ið fáa skattliga fyrimunin. Verandi skipan er tí eisini í ávísan mun við til at økja um sosiala ójavnan, sigur minnilutin.
Tey vísa á, at tað er áður roynt at broyta verandi skipan. Tjóðveldi legði fram lógaruppskot í 2010, og varð semja eisini gjørd millum minniluta samgongunnar (Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin) og Tjóðveldi og Framsókn í 2011 um at fáa broytt verandi skipan. Táverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði tá (í 2011) fram broyting í kapitalvinningsskattalógini, men málið fall burtur av tí, at løgtingsval varð útskrivað.
– Samanumtikið metir minnilutin ikki, at tað almenna eigur at eggja fólki til at taka lán fyri at keypa partabrøv. Virðisbrøv kunnu sveiggja sera nógv í virði, og skal ein íløga í virðisbrøv tí bert gerast, um tann, ið fremur íløguna, hevur ráð at missa hesa. Tað er tí ikki rætt at hava lóggávu, ið eggjar fólki til at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, sigur minnilutin, sum tí mælir Løgtinginum til at taka undir við hesum máli.