Tað er nógv, sum bendir á, at fiskidagatalið verður óskert næsta fiskiár.
Meirilutin í Vinnunevndini, sum eru Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim, halda, at tað er neyðugt við støðugum kørmum í fiskivinnuni, so vinnan veit, hvussu hon kann virka næstu árini. Tað mæla til, at fiskidagarnir verða óskerdir komandi fiskiár.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur fingið tilmæli frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismannin um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast komandi fiskiár.
Fiskidaganevndin mælir til óbroytt fiskidagatal, men Havstovan mælir til niðurskurð í fiskidagatalinum.
Andstøðan hevur býtt seg í tveir bólkar. Páll á Reynatúgvu og Poul Michelsen taka undir við Havstovuni og mæla til at skerja fiskidagatalið við 10 prosentum fyri komandi fiskiár, uttan bólkur 5, sum ikki skal skerjast í fiskidøgunum.
Hin minnilutin, sum er Aksel V. Johannesen, hevur sett fram nýtt uppskot um fiskidagaskipanina, sum leggur upp til, at fiskifør, ið virkað undir fiskidagaskipanini í eitt avmarkað tíðarskeið, kunnu fáa onnur fiskirættindi í føroyskum ella fremmandum sjóøki sum umbýti fyri fiskidagar.
Fiskidagarnir vóru fyri Vinnunevndini týsdagin og mikudagin í hesi vikuni.