Nýggja samgongan hevur sett sær fyri at fáa føroyingar at drekka minni.
Tað er málsetningurin í nýggja samgonguskjalinum
Í samgonguskjalinum stendur, at ein greiður rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur skal orðast sum skjótast.
Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, staðfestir, at tað, sum liggur í hesi orðingini er, at samgongan skal seta sær eitt greitt mál um at seta tiltøk í verk fyri at minka um rúsdrekkanýtsluna í Føroyum.
Alt ov lætt
Hvussu hetta skal gerast, er ikki staðfest nágreiniliga, men málið liggur í Heilsumálaráðnum og har hevur Miðflokkurin landsstýrismannin, sum eitur Karsten Hansen.
Sostatt fær Miðflokkurin avgerandi ávirkan á rúsdrekkapolitikkin framyvir.
- Endamálið skal vera at minka um rúsdrekkanýtsluna. Men eydnast tað ikki, verður neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at fáa nýtsluna at minka
Hvørji tiltøk, talan er um, kann Bill Justinussen ikki siga enn.
- Men eitt, vit hava víst á fleiri ferðir, er at tað er alt ov lætt hjá blaðungum at fáa fatur á rúsdrekka, sigur Bill Justinussen.
- Hóast aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka formliga er 18 vísir tað seg at vera lætt hjá 15 ára gomlum at fáa fatur á rúsdrekka. So høvdu vit sett adursmarkið til 21 ár, høvdu vit kanska fingið eitt veruligt 18 ára aldursmark, heldur hann.
- Tí er ein møguleiki, at aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka, verður hækkað upp í 21 ár.
- Okkara fremsta endamál er at tryggja, at børnini sleppa skaðaleys ígjøgnum barna- og ungdómsárini, til tey eru vaksin og kunnu taka eitt frítt val um tey vilja drekka ella ikki.
- Verða tey fangað í rúsdrekkamisnýtslu longu á blaðungum árum, hava tey í veruleikanum ikki eitt frítt val, tá ið tey verða vaksin, tí tá er longu ov seint.
Kortini sigur hann, at tiltøkini skulu setast í verk í samráð við Fólkaheilsuráðið og onnur, sum hava við hesi viðurskifti at gera, fyri ikki at seta tiltøk í verk, sum tað ikki ber til at seta í verk.
Í løtuni drekkur hvør føroyingur sjey litrar av reinum alkoholi um árið og eitt dømi um eitt veruleikakent mál kundi verið at minka rúsdrekkanýtsluna niður í seks litrar fyri hvønn føroying, heldur Bill Justinussen.