Miðflokkurin er ikki beinleiðis boðin til realitetssamráðingar seinnapartin. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin viðgera framvegis allar møguleikarnar.
- Vit tosa framvegis við andstøðuflokkarnar, og vit vita ikki, um vit royna eina meirilutasamgongu ella við stuðulsflokkum. Jenis av Rana ger nakað nógv av, tá hann sigur, at talan er um realitetssamráðingar, sigur Aksel V. Johannesen, varaløgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
Miðflokkurin vil hava landsstýrissess, um Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen skulu stuðla samgonguni.
- Samráðingarnar við andstøðuflokkarnar eru ikki lidnar, og eg fari ikki at gita um endaliga úrslitið, sigur Aksel V. Johannesen, sum heldur ikki kann siga, nær samgongan kemur til eina niðurstøðu.
Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fóru á fund klokkan 15. Seinni fara samgonguflokkarnir at tosa við Miðflokkin og Tjóðveldi.