Tríggir andstøðuflokkar ganga fram í prosentum, Fólkaflokkurin við 2,2%, Sambandsflokkurin við 1,7% og Miðflokkurin við 0,6%. Allir hinir flokkarnir ganga aftur í prosentum og serliga eru tað Sjálvstýri og Framsókn, ið ganga aftur við ávikavist 1,8 og 1,5%.
Hóast afturgongd í prosentum, so eru broytingarnar í tingsessum allar í andstøðu. Tað vil siga, at ein andstøðuflokkur missir til tveir aðrar andstøðuflokkar. Tískil varðveitir samgongan við hesum sín smala meirlut á ein tingsess. Andstøðan fær 16 og samgongan 17.
Eftir hesari kanning dettur Sjálvstýri heilt burtur úr Løgtinginum. Flokkurin fellir fyri markinum á 3,03%, ið krevst fyri at fáa ein tingsess. Eftir veljarakanningini fær Sjálvstýri 2,3%. Hetta er fyrsta veljarakanning síðan valið, har Sjálvstýri fellir undir markið.
Les meira um veljarakanningina í Sosialinum um vikuskiftið.