Miðflokkurin og Sambandsflokkurin varðveita sama tal av tingfólkum, Fólkaflokkurin missir ein tingsess, og Sjálvstýrisflokkurin rýkur út úr føroyskum politikki.
Tað er niðurstøðan av nýggjastu veljarakanningini hjá Gallup Føroyum, sum vísir, at samgongan varðveitir meirilutan á Føroya Løgtingið, hóast hon missir tveir tingsessir til andstøðuna.
Kanningin vísir, at Fólkaflokkurin hevur størstu afturgongdina. Flokkurin missir 2,9 prosentstig í mun til løgtingsvalið í fjør og ein tingsess. Men kortini gongur flokkurin munandi fram í mun til seinastu veljarakanning í juli, tá flokkurin einans fekk undirtøku frá 15,7 prosentum av veljarunum.
Tjóðveldisflokkurin hevur størstu framgongdina í veljarakanningini. Flokkurin fær 21,8 prosent, sum er ein framgongd í mun til valið upp á 3,5 prosentstig, tí flokkurin fekk á valinum undirtøku frá 18,3 prosentum av veljarunum.
Næststørstu framgongdina fær hin stóri andstøðuflokkurin, Javnaðarflokkurin, sum gongur trý prosentstig fram. Flokkurin fær í kanningini undirtøkur 20,8 prosentu av veljarunum, og tað gevur Javnaðarflokkinum ein tingsess afturat teimum seks, so flokkurin fær sjey tingsessin.
Flokkurin hjá løgmanni, Sambandsflokkurin, hevur lutvíst minstu afturgogndina av samgonguflokkurin. Flokkurin gongur 1,2 prosentstig aftur og fær 23,5 prosent í mun til 25,7 á valinum. Hendan afturgongdin er tó so mikið lítil, at hon ikki nevar tingfólkatalið hjá Sambandsflokkinum, sum varðveitir sínar átta sessir í løgtinginum.
Av teimum smáu flokkunum er tað Sjálvstýrisflokkurin, sum er ringast fyri. Hetta er triðja kanning av fýra síðani valið, sum vísa, at flokkurin ikki hevði verið umboðaður á tingi, um val var í dag. Flokkurin fær bara undirtøku frá 2,7 prosentum av veljarunum, og tað er væl undir sperrimarkinum, sum er 3,03 prosent. Á løgtingsvalinum seinast, sum var eitt ringt val hjá flokkinum, fekk hann 4,2 prosent.
Framsókn er tann av teimum smáu flokkunum, sum stendur seg frægast. Flokkurin fær undirtøku frá 5,9 prosentum av veljarunum sambært kanningini, og tað 0,3 prosent minni, fenn flokkurin fekk á valinum 29. oktober í fjør. Flokkurin varðveitir báðar tingsessirnar.
Miðflokkurin missir sambært kanningini eitt hálvt prosent av veljarunum sambært kanningini. Hann fær 5,8 prosent móti 6,3 á valinum í fjør. Miðflokkurinm varðveitir eisini sínar báðar tingsessir.
Sambært kanningini varðveitir samgongan meirilutan, tó at hon missir tveir tingsessir. Tá samgongan varð skipað seinast, hevði hon tilsamans 19 tingsessir móti teimum 14 hjá andstøðuni.
Hendan myndin verður broytt við hesi kanning til 17 tingessir til samgonguna og 16 til andstøðuna. Tað merkir, at samgongan, sum á valinum hevði undirtøku frá 57,8 prosentum av veljarunum, nú hevur undirtøku frá 51,6, og at andstøðan, sum hevði undirtøkur 42,2 prosentum nú hevur undirtøku frá 48,4 prosentum. Tað vil við øðrum orðum siga, at 6,2 prosent av føroysku veljarunum eru farnir frá samgonguflokkunum til andstøðuflokkarnar.
Hóast undirtøkan er minkað, so hava samgongan og løgmaður framvegis stuðul frá einum meiriluta av Føroya fólki.
eirikur@sosialurin.fo