Samgongan í vanda

Løgdeildin í Tinganesi er liðug at kanna embætisførsluna hjá Helenu Dam á Neystabø. Tað skilst, at niðurstøðan av kanningini og ósemjan um fólkaatkvøðuna skapa so mikið av rumbuli í Tinganesi, at samgongan er í stórum vanda

Stóra ósemjan millum teir tríggjar samgonguflokkarnar um ætlaðu fólkaatkvøðuna hevur sett samgonguna í vanda. Eingin av flokkunum vil geva seg.

Oman á tað heila er Løgdeildin í Tinganesi komin til eina niðurstøðu í kanningini av embætisførsluni hjá Helenu Dam á Neystabø, sum er rættuliga tyngjandi, skilja vit frá keldum í Tinganesi.

Sosialurin hevur roynt at fáa innlit í niðurstøðuna. Men boðini úr Tinganesi eru, at tað ikki ber til at útflýggja niðurstøðuna enn. Umsitingin hevur sambært lógini um innlit í fyrisitingina loyvi at bíða 14 dagar við at útflýggja skjøl.

Tá vit fyrrapartin í gjár tosaðu við Helenu Dam á Neystabø vísti hon ikki aftur, at talan var um eina tyngjandi niðurstøðu.

? Tað kann vera, at tit hava rætt, men eg havi onga viðmerking enn, segði Helena Dam á Neystabø.

Løgmaður vildi heldur ikki gera viðmerkingar til málið.

? Vit viðgera hetta í løtuni, og tit skulu nokk frætta, tá nakað er at frætta, segði løgmaður.

Løgmaður sat á fundi meginpartin av fyrrapartinum í gjár um málið. Sosialurin skilir, at tað kann koma upp á tal at taka landsstýrissessin frá Helenu Dam á Neystabø.

Missir Helena Dam á Neystabø landsstýrissessin, er vandi fyri, at Sjálvstýrisflokkurin tekur seg úr samgonguni, og so hevur hon mist

meirilutan. Mest sannlíkt er, at Helena Dam á Neystabø sjálv tekur seg úr landsstýrissessinum.