Sum skilst, so metir andstøðan í vinnunevndini seg ikki kunna undirskriva álitið um fiskivinnunýskipanina. Andstøðan, ið tilsamans er ein meirluti í nevndini, sigur, at eftir teirra tykki er álitið ikki klárt, tí tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar. Tí kemur álitið ikki úr nevnd í dag, uttan at samgongan atkvøður álitið úr nevnd og fyri tingið.
Jákup Mikkelsen, ið situr í vinnunevndini, sigur, at andstøðan vildi seta Kristinu Háfoss, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen nakrar spurningar, men tey eru øll uttanlanda og eru ikki afturkomin enn.
- Her er so nógv, sum enn er ósvarað. Tí meta vit hetta ikki verða klárt og vilja hava meira tíð. So hevur samgongan valt at taka eitt so ógvusligt stig sum at atkvøða tað úr nevndini. Tað halda vit er sera óheppið, sigur Jákup Mikkelsen.