Samgongan í Tinganesi kúvendir!

Teir hava fingið kaldar føtur av yvirtøkumálinum: Vágar lufthavn!

 

Gott teir ikki tordu at taka fullveldið her og nú við 4 ára skiftistíð, tí nú tora teir heldur ikki at yvirtaka flogvøllin og tað er av góðum grundum.

Tann føroyski fólkaflokkurin er á afturferð í tí fyrr so bræsna yvirtøkumálinum: Vágar lufthavn. Og løgmaður hevur funnið ein frens til umbering fyri kúvendingina, og tað er leiðarin av flogvøllinum, sum í ÚF segði tað, vit øll vistu frammanundan, at útbyggingin av lufthavnini steðgaði, tá fullveldislandsstýrið kom til.

Annars hevur fólkaflokkurin róst dønum fyri góðar samráðingar at yvirtaka Skipasýnið og flogvøllin?

Kanska hevur hendan støðutakanin nakað at gera við tað, sum hendi 11.09 í ár og eftirfylgjurnar, tí valla hevði AA flogið í heyst, um ikki tann danski staturin gav trygd fyri flogferðsluni við milliarda upphæddum. Hettar man vera ein feruleiki, sum løgmaður og hansara flokkur hava hugsað nógv um, tá avgerðin um at steðga yvirtøkuni av floghavnini varð tikin.

Annars kundi landsstýrið haft mælt dønum til at nýtt nakrar av teim 367 milliónum krónum fyri árið 2002 til flogvallarútbygging, ístaðin fyri at avskrivað hendan okkara rætt til nevnda pening.

Nú er sirkus »fullveldið her og nú« fullkomið. Nú hevur smagongan sjálv ásannað, at hettar ber ikki til. Í fýra ár hava vit bert yvirtikið eitt mál: Skipasýnið, og tað er enn tá ikki fult yvirtikið, tí vit megna ikki fult at umsita hettar mál, sum hevur internationalar relatiónir. Og teir søgdu, at tað var bert eitt kontór í Havn at yvirtaka, men teir eru nú vornir klókari?

Síðani hevur hendan samgongan avskrivað kr. 367 milliónir fyri árið 2002 meðan føroyska samfelagið skríggjar eftir hesum peningi til: útbygging av Vága lufthavn, landssjúkrahúsinum, skúlaverkinum, eftirlønum, íbúðarviðurskiftunum o.s.fr.

Hettar er avrikið hjá sitandi fullveldissamgongu í 3 1/2 ár. Men hendan samgongan eigur okkurt met kortini, og tað er í streikum á tí føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tó eitt skal løgmaður og hansara flokkur eiga: Tað er gott og rós vert, at tey nú loksins hava ásannað: tað ber ikki til at framskunda sjálvstýristilgongdina so ógvusligt, sum hendan samgongan legði út við, tí vit eru hvørkin før fyri at umsita ella gjalda so ógvuslig tøk í einum, og als ikki at taka tær avleiðingar, sum har fylgja.

Ein kendur danskur fyrrverandi politikari segði: »man har i politik altid lov at blive klogere«. Tað er løgmaður nú loksins blivin, og tað er gott!

Fyri hvønn dag, sum gongur, gerst tað meira greitt fyri Føroya fólki ? eisini loysingarfólkinum, sum nú legst á fjølmiðlarnar ? at politikkurin seinastu 3-4 árini vildi ført okkum í óføri, slapp hann at vera førdur út í lívið, men hann er miseydnaður, og tað ásanna nú sjálvt samgonguflokkarnir. Tað er seint, men gott, at teir gera tað. Vit onnur hava vita tað alla tíðina.

Í Føroyum treingja vit til ein nýggjan politikk.