Samgongan vil ikki taka undir við uppskotinum hjá Miðflokkinum um, at øll skulu eia rætt til at hava fylgjara við sær, tá ið tey verða send uttanlands til sjúkraviðgerð.
Fyri tað fyrsta søgdu umboð fyri samgonguna, at hetta fór at kosta munandi meira enn tær milljónirnar, sum nevndar eru í uppskotinum.
Harafturat siga tey, at tey eiga at taka støðu til um hesir pengar kunnu brúkast á betri hátt í heilsuverkinum. Summi av umboðunum ásannaðu, at tað er torført hjá fólkum sum koma í eina slíka støðu at verða sendur uttanlnds, meðan onnur hildu, at tað er púra óneyðugt at senda fylgjara við, tá ið tað eru vaksin fólk, sum ikki eru álvarsliga sjúk.
Flestir sjúkrlingar, sum verða sendir uttanlands, hava álvarsligar sjúkur. Hesin vísti Jenis av Rana, annar av uppskotsstillarunum eisini á í orðaskiftinum.
So samgongan tók gjøgnum tey tingfólk, sum høvdu orðið ógvuliga greiða støðu um, at tey ikki taka undir við, at øll fáa rætt til fylgjara. Tey søgdu, at galdandi skipan, har ein meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri er tað rætta.