Samgongan tekur grundarlagið undan eftirlønarskipanum okkara

Føroya Arbeiðarafelag / Georg Hansen, formaður
-------------

Tað er átaluvert, at samgongan í óðum verkum gongur beint ímótir sínum egnum ráðgevum og ætlar at fremja broytingar, sum samgonguflokkarnir ikki kenna avleiðingar av.
Hóast vit í Samtak undan valinum ávaraðu ímóti tí politikki, sum borgarligu flokkarnir høvdu á valskrá sínari, so síggja vit nú, at verandi samgonga í óðum verkum og beint ímóti serkønu ráðgeving sínari, hevur ætlanir um at broyta eftirlønarskattingina so munandi, at hetta veruliga kann koma at taka grundarlagið undan teimum eftirlønarskipanum, sum limirnir í føroysku fakfeløgini í áravís hava goldið inn til.
Vit hava staðfest, at flest allir fíggjarfrøðingar eru samdir um, at ætlaðu broytingarnar í skattingini fara at hava beinleiðis neiliga ávirkan á eftirlønaruppsparingina og tað eftirløn, sum limirnir í fakfeløgunum fáa útgoldið, tá teir fara um eftirlønaraldur.
Hví gongur samgongan ímóti sínari egnu serkønu ráðgeving?
Tað er helst eingin føroyingur, sum rættiliga skilur, hví samgongan ætlar at ganga ímóti til tilmæli, sum persónarnir í pensiónsnýskipanarbólkinum hava givið Fíggjarmálaráðharranum, har hesi serkønu embætisfólk beinleiðis mæla frá, at uppskotið verður framt í verki, uttan at avleiðingarnar av lógarbroytingini verða kannaðar út í æsir.
Tað man hava loypt hvøkk á nógvar føroyingar, at verandi samgonga tilvitað setir til viks alla serkøna ráðgeving, men í staðin fer at fremja broytingar í eftirlønarskattingini, sum fyrst og fremst fer at raka vanliga føroyska løntakaran, sum frammanundan er ringast fyri fíggjarliga.
Samtak ávaraði sum nevnt undan valinum ímóti tí politikki, sum borgarligu flokkarnir høvdu stungið út í kortið, og tíverri mugu vit nú ásanna, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin saman við Miðflokkinum og Sjálvastýrisflokkinum hava ætlanir um at fremja lógar-broytingar, sum koma at hava vanlukkuligar avleiðingar fyri vanliga føroyska løntakaran.

Hvar er Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin.
Bæði Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava undan valinum ført fram sjónarmið, sum bert kunnu skiljast sum at politikkur teirra skuldi hava atlit til veikastu bólkarnar í samfelag okkara, herundir vanliga løntakaran, men báðir floksformenninir hava skrivað undir samgonguskjalið, sum beinleiðis tykist at ganga ímóti teimum lyftum, sum hesir flokkar hava givið føroya fólki frammanundan valinum.

 

Í stevniskránni hjá Miðflokkinum verður beinleiðis víst á, at øllum pensionistum skulu verða tryggjaðar virðiligar umstøður á lívskvøldinum, men hóast hetta, hevur flokkurin tikið undir við samgonguskjalinum, har m.a. er ásett, at eftirlønaruppsparing skal verða skattað við inn-gjaldi.

 

Greitt er, at nógvir veljarar hjá hesum flokkum í dag kenna seg snýttar, men møguliga telur ein landsstýrissessur meira enn givin vallyftir.

 

Hví skal vanligi løntakarin standa fyri skotum, meðan politikarar okkara vinna sær stórar tænastumannaeftirlønir.

 

Tað er, sum nevnt, átaluvert, at samgongan hevur ætlanir um at forverra eftirlønarskipanina hjá vanliga føroyska løntakaranum, meðan somu politikarar hava lóggivið soleiðis, at teir sjálvir eftir fáum árum vinna sær rætt til stórar tænastumannaeftirlønir.

 

Vanligi føroyingurin gevur sær helst ikki fær um, at løgmaður og landsstýrisumboðini eftir bert 8 árum forvinna sær 60 % av eftirlønargevandi lønini í tí lønarflokki, teir høvdu, meðan teir sótu sum landsstýrisfólk.

 

Tað er ikki at undrast á, at okkara politikarar royna at halda so fæst við landsstýrissessin, tá teir við lóggávu hava tryggjað sær slíkar eftirlønarsømdir.

 

Løgtingsinslimirnir vinna sær fulla eftirløn, t.v.s. 60 % av eftirlønargevandi lønini í 34 lønarflokki eftir bert 16 ár á tingi.

 

Tað vildi helst tikið vanliga arbeiðsmanni- ella kvinnuni 80 - 100 ára langt og strævið arbeiðslív, at forvunnið sær slíka eftirløn.

 

Hóast tað er vanligi føroyski skattgjaldarin, sum skal gjalda hesar ovurhondsstóru eftirlønirnar til landsstýrisfólk og løgtingsfólk, so ditta somu politikarar til nú at leggja upp til, at áleggja vanliga føroyska løntakaranum skatting av eftirlønarinngjaldum, hóast sakkøna ráðgevingin hjá landsstýrinum sjálvum gongur beint ímóti hesum ætlanum.

 

Vanligi føroyski løntakarin má bløða, meðan politikararnir skapa sær sjálvum góðar og tryggar eftirlønarskipanir.

 

Sum nevnt omanfyri, so hava okkara politikarar við lógarásetingum skapt sær sjálvum góðar og tryggar eftirlønarskipanir, sum standa í andsøgn við tær skipanir, sum galdandi eru fyri vanliga føroyska løntakaran,  sum í 40 – 50 ár má stríðast fyri at vinna sær eina bara nøkulunda eftirløn, og hesir somu løntakarar hava gjøgnum alt sítt arbeiðslív goldið til tær eftirlønarskipanir, sum politikararnir hava skapt fyri seg sjálvan.

 

Fólkapensjónina vilja okkara politikarar nú eisini skerja, soleiðis at hvør einstakur sjálvur skal spara upp til ellisárini, og við hesum politikki sleppa breiðastu herðarnir undan at gjalda til m.a. pensjónir til tey, sum ikki megna at spara upp til ellisárini, og hetta samsvarar væl við borgarligu politisku hugsjónina, um at samhaldsfesti skal skerjast mest møguligt, og avleiðingarnar kenna vit øll.

 

Heitt verður tí á allar føroyingar og serliga á allar føroysku løntakararnar um at mótmæla hesum asosiala politikki, sum verandi samgonga hevur stungið út í kortið, tí tað kann ikki bera til, at vanligi føroyski løntakarin enn einaferð skal gjalda rokningina, tá landskassanum tørvar pening og her verður hugsað um bæði ætlanirnar at broyta eftirlønarskattingini og sokallaði flatskatturin, sum fer at geva teimum hægstløntu í samfelag okkara stórar skattalækkingar, meðan vanligi løntakarin so at siga ikki fer at merkja nakað til nakran skattalætta.
Tórshavn, tann 17. November 2011