Samgongan tekur frá teimum sum eru sjúk

Enn fleiri visjónsleysar sparingar á almannaøkinum eru nú ávegis. Ætlanin er at taka rættin hjá teimum, sum eru farin um 66 ár til sjúkradagpening burtur. Sjúkradagpeningur er ein kompensatión sum tímalønt fáa, tá tey gerast sjúk, um tey ikki hava rætt til løn frá arbeiðsgevara undir sjúku. Ætlanin við uppskotinum er, at tey sum nýta rættin til at fáa fólkapensjón, tá tey eru 67 ikki eisini skulu fáa sjúkradagpening. Hugburðurin tykist vera: Hesi fáa ríkiligt sum er!

Skilabetri broytingar
Uppskotið vekir fleiri negativar kenslur eftir mínum tykki. Lógin skarar ikki framúr sum er. Slapp eg at gera bert eina broyting, so var hon, at krav var um uppfylgjandi samrøður á almannastovuni, tá fólk vóru sjúkrameldað. Tað er vegurin fram, um vit ynskja at fyribyrgja uppsagnum og óneyðuga longum sjúkrameldingum.

Ikki í trá við pensjónsreformin
Í løtuni arbeiðir ein bólkur við einum nýggjum pensjónsreformi. Eitt tað týdningarmiklasta við hesum reformi er, at fólk verða eggjaði til at vera sum longst á arbeiðsmarknaðinum. Helt, at øll vóru samd um hetta, kortini gongur hetta uppskotið beinleiðis ímóti hesum hugburði. Hvør skal siga: Tá tú arbeiðir vilja vit áhaldandi geva tær posa og sekk, men gerst tú sjúkur, hava vit ikki brúk fyri tær – tí tú ert jú fyltur 67! Hvar er reyði tráurin? Visjónin? Hugburðurin og etikkurin?
Tykist eisini sum ressursuspill – veruliga, at gera slíkt uppskot og senda tað til hoyringar og viðgera tað í tinginum - samstundis, sum ein reformur er í gerð. Nógv fólk hava nú nýtt tíð og orku til hetta uppskotið, heldur enn at brúka til orkuna til veruligar visjónir í mun til eldri á árbeiðsmarknaðinum. Tá landsstýrið nú kemur við hesum uppskotið hugsi eg – hví nú? Trýr samgongan kortini ikki upp á, at reformurin gerst veruleiki? Løtan og endamálið við uppskotinum er margháttlig.

Enn ein sparing á eldraøkinum
Skal ikki gera stórvegis burturúr teim sparitiltøkum, sum eru framd seinasta árið á eldraøkinum. Kundi nevnt: Brádliga stuðulinum til dagtilhaldini, sum bleiv tikin burtur í einum høggi, javningina av pensjónum sum bleiv skerd, mongu broytingarnar í samband við stuðul til heilivág, tær 25 milliónirnar í ólavsøkupakkanum og - nú er tað mín sann teimum sum eru fylt 67 ár og kortini geva sítt íkast á arbeiðsmarknaðinum, sum lagt verður eftir.

Hvør er veruligi hugburðurin?
Tá eg lesi viðmerkingarnar til uppskotið, tykist hugburðurin at vera: tað er skeivt, at fólk kunnu fáa pensjón og arbeiða. Tí skulu vit spenna bein fyri teimum. Um so er at samgongan heldur tað vera skeivt at fólk fáa pensjón, samstundis sum tey arbeiða, hví sigur samgongan so ikki tað, heldur enn at taka sjúkradagpeningin frá arbeiðandi fólki?

Rætt at taka frá sjúkum fólkum?
Skilji ikki etikkin í at geva frískum fólki, men at taka frá teimum, tá tey gerast sjúk – álvaratos hetta skapar ikki álit hjá millum landsins gráa gull – sum eldri fólk á arbeiðsmarknaðinum ofta verða nevnd. Um hugburðurin er, at tey sum eru 67 og arbeiða og fáa pensjón fáa ov nógv, kann tað ongantíð vera rætt at taka frá teimum, tá tey gerast sjúk. Nei! Haldi tað vera rættari at hyggja at, um tað er rímiligt at fáa fulla pensjón, tá ein arbeiðir og er farin um tey 67. Kundi ein onnur kompensatíon kanska heldur verið latin teimum sum arbeiða? Størri skattafrádráttur? Árligt bonus, lutvís grundarupphædd ella okkurt annað.
Tað er ógvuliga frástoytandi at taka frá fólki, tá tey eru vorðin sjúk. Tað sama um fólk er 50 ella 67, tá tey gerast sjúk er umsorgan týdningarmikil - umframt kropsligt og likamligt yvirskot til tess at koma fyri seg aftur. Hetta uppskot ger júst tað øvugta. Harumframt er ein sannroynd, at tað er júst, tá fólk gerast sjúk, at tey hava mest brúk fyri peningi – rokningar skulu framvegis rindast, heiligvágur, kostískoyti, kanska reingerð ella okkurt annað er neyðugt at fáa hjálp til. Greitt er, at tað ofta er kostnaðarmikið at vera sjúkur.