ODDAGREIN: Helst hevur landsstýrið hevur funnið onkra millumloysn soleiðis, at tryggjað verður, at landsstýrið aftur fer undir samráðingar við blóðdálkaðu stjórnina hjá Putin, forseta, einaræðisharra, barnamordara, bøðili og hvat annað vit kunnu kalla hetta vittuggið, sum drepur frá hond í Ukraina, tí hann heldur, at Russland skal eiga hetta stóra grannalandið.
At politikarar ikki eru at líta á er mangan sjón fyri søgn. Sitandi samgonga man skjótt fara at seta met í brotnum vallyftum. Tað stóra málið, og tað sum helst var orsøkin til, at Bárður Nielsen skrivaði út val í ótíð og harvið tveitti handklæðið í ringin, var júst russlandssáttmálin.
Undan valinum var ein flokkur, Fólkaflokkurin, sum vil halda fram við samstarvinum við Russland. Kríggj ella ikki kríggj var líka mikið hjá Fólkaflokkinum, tí vit í Føroyum gera ongan mun kortini – fyri at siga sum suðuroyartingmaðurin hjá flokkinum, so »kundi hann ikki skitið meira á«, um tað eru russar ella amerikanarar, ið eru vinir okkara. Tingfólk hjá sambandsflokkinum og Miðflokkinum drógu ikki eina línu. Andstøðan tá, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, var samd um, at nýggjur sáttmáli skuldi ikki gerast við russar fyri 2023. Tveir tingmenn, Henrik Old og Bjarni Kárason Petersen, vildu ikki svara, tá Sosialurin spurdi. Ein, Jóhannus Joensen var ikki at hitta. Hini vóru øll púra greið, at »vit skulu ikki samráðast við russar«.
##med2##
Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Trupulleikin hjá løgmanni í dag er, at tað er bara ein flokkur, sum vil slíta samstarvið, meðan trupulleikin hjá Bárði Nielsen fyri einum ári síðani var, at bara ein flokkur vildi fara undir nýggjar samráðingar við stýrið hjá Putin.
Tað nyttar lítið hjá løgmanni at gera sum Bárður Nielsen og tveita hanklæðið í ringin. Hann fær ongan annan meiriluta. Men løgmaður er ovasti leiðari í samgonguni. Og tá hinir flokkarnir ganga frá hesum stóra vallyftinum – ikki minst hjá Javnaðarflokkinum, so hevur løgmaður sjálvandi fríari teymar, tá tað snýr seg um hjartamál hjá eitt nú Tjóðveldi, sum kunnu ganga Javnaðarflokkinum nær. Støðið er lagt. Presedens er skapt: Tað er ikki er neyðugt at halda orð.
Formliga avgerðin um at venda sær til leigusveinarnar hjá Putin fellir, um og tá Annika Olsen, Liljan Weihe og Sólvit Nolsø í uttanlandsnevndini í næstu viku fara at geva landsstýrismanninum boðini:
– Far tú til samráðingar við mordaran, enntá meðan hann drepur ósek fólk í Ukraina!












