Samgongan sum mál at menna fólkaskúlan

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður

 

Hoyrdi um dagarnar at formaðurin í lærarafelagnum úttalaði seg um fólkaskúlan, einki løgið er í tí, at Magnus Tausen er frammi og arbeiðir fyri at Føroyar eiga tann besta fólkaskúlan, tí Pisakanningin skelkaði okkum øll.

Nú er tað so, at flest fólk eru knýtt at okkara fólkaskúla. Sum limur í skúlastýrinum so sær tú broytingar til tað betra.

Eg sjálvur og fleiri við mær hava júst havt tað frammi, at tað vóru ov fáir tímar til næmingarnar og ikki minst til tey sum hava serligum tørv, her síggja vit stórar batar.

Her vil eg siga, at samgongan og landsstýrismaðurin hava tikið eitt tak fyri fólkaskúlan og er tað sjón fyri søgn, at skúlanir hava sett fleiri lærarakreftir og ikki minst fyri tey við serligum tørvi.

Hví sigur formaður lærarafelags at landsstýrismaðurin og har við samgongan er dumpa í skúlaálum.

Eg er so avgjørt ósamdur í at einki er gjørt, men man kann so altíð siga, at man kundi gjørt meira. Men munandi meira pengingur er nýttur til skúlan, øll eiga at gleðast um tað.

Skúlin er eitt fløkt mál, kommunurnar hava ábyrgd av bygningunum, meðan landi hevur lærararnar. Hetta er kanska ein trupulleiki, serliga tá kommununar ikki hava fíggjarliga orku at útbyggja skúlan ella rammurnar um skúlan. Lati okkum heldur setast saman allir partur, sum vara av fólkaskúlanum, tí skúlin hevur so ómetaliga stórt tíðning í okkara samfelag. Børn okkara eiga at fáa tað bestu undirvísing. Tað verður ikki gjørt uttan at seta penging til, tað meti eg samgongan hevur gjørt ella er byrja at gera.

Men til síðst, hetta er ikki eitt álop á formannin í lærarafelagnum, tí hann ger eitt gott arebiði, men samgongan hevur eisini gjørt eitt gott arbeiði skúlanaum til frama.