Landsstýrið og samgongan høvdu sín fyrsta samgongufund hósdagin. Á fundinum vóru tey lógaruppskot umrødd, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið hesa tingsetuna. Landsstýrið og samgongan høvdu sín fyrsta samgongufund hósdagin. Á fundinum vóru tey lógaruppskot umrødd, sum landsstýrið ætlar at leggja fyri tingið hesa tingsetuna. Talan er um fleiri enn tríati lógaruppskot.
Millum teirra eru eisini nøkur stór og tung mál, eitt nú útlendingamálið, endurskipan av FAS, nýtt sendinet til Kringvarpið, hølistrupulleikarnir hjá studentaskúlanum í Hoydølum, búskapargrunnur og fíggjarlógin fyri 2008. Spurningurin um Skálafjarðartunnilin varð eisini umrøddur.
Arbeitt verður víðari við málunum, og fyrstu lógaruppskotini verða løgd fyri tingið fyrsta dagin.
Landsstýrið hevur gjørt avtalu við andstøðuna um, at andstøðan og samgongan leggja uppskot fyri tingið fram til 10. mars 2008. Hetta er neyðugt, tí setta tíðarfreisin 29. februar er ov trong, skal samgongan náa at seta hol á sínar mongu ætlanir.
Mánadagin 25. februar 2008 hevur løgmaður evnisdag umborð á Smyrli og í Suðuroynni fyri landsstýrisfólkunum um samskipanina av landsstýrisarbeiðinum.