Um uppskotið at skerja fiskidagarnar við 20 prosentum ikki verður samtykt, so er Tjóðveldi sambært Tórbjørn Jacobsen ikki búgvið at sita við landsins leiðslu Tað er stórur spenningur undan 3. viðgerð av uppskotinum um at skerja fiskidagarnar. Við 2. viðgerð í fyrradagin varð uppskotið samtykt við seytjan atkvøðum. Fimtan vóru ímóti og ein ? Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum ? atkvøddi blankt.
Í gjárkvøldið endurtók landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, í Degi og viku tað, sum hann áður hevur sagt:
- Um uppskotið ikki verður samtykt við 3. viðgerð, og um Tjóðveldi ikki stendur saman um at samtykkja uppskotið, so fer Tjóðveldi úr landsstýrinum. Eg kann bara endurtaka orðini hjá formanni okkara, sum hevur sagt av tingsins røðarapalli, at hetta er ein kabinettspurningur, segði Tórbjørn Jacobsen, sum legði afturat, at um flokkurin ikki er førur fyri at vera við til at bera uppskotið ígjøgnum, so er tað staðfesting av, at flokkurin ikki er búgvin at sita í landsins leiðslu.
Í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya segði Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi í gjárkvøldið, at hann ikki hevði tikið støðu til, hvat hann fer at gera. Ein møguleiki er, at hann fer at koma við einum broytingaruppskoti. Sambært tingskipanini skulu í minsta lagi fýra tingmenn skriva undir upp á broytingaruppskot, sum verður lagt fyri tingið eftir 2. viðgerð.
Fundurin verður kl. 9.30.
Talan verður ikki um drúgva viðgerð.
Talutíðirnar við 3. viðgerð eru avmarkaðar: Uppskotsstillari og framsøgumenn eiga rætt til tvær ferðir fimm minuttir, og aðrir tingmenn eina ferð fimm minuttir, og so eru tað viðmerkingarnar, sum ivaleyst verða nógvar.