Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, sigur við Sosialin at ólavsøkurøða løgmans var at sammeta við eina jarðarferð.
- Hon var sera vøkur og positiv, men manglaði realistiskan sans, sigur Kári P. Højgaard, sum vil vera við, at løgmaður málaði eina glastrimynd av veruleikanum og avrikum samgongunnar.
- Eg kenni ikki hatta aftur, sum løgmaður talar um, sigur hann, og vísir eitt nú ítøkiliga á uttanríkispolitisku heimildarlógirnar, sum hann ivast í dygdini av.
- Eisini haldi eg, at løgmaður reingjar veruleikan, tá hann hálovar búskaparligu framgongdini. Hetta samstundis sum vit hava havt ovurstórt hall á handilsjavnanum í fleiri ár, og at fíggingarmøguleikarnir hjá fólki eru broyttir somikið nógv, at alt ov nógv ferð er á búskapinum, sigur Kári P. Højgaard. Hann ynskir í hesum sambandi, at løgmaður var meira ítøkiligur í sambandi við hvussu ætlanin er at tálma ovurheita búskapinum.
Kári P. Højgaard sigur seg eisini sakna greið viðurskifti innan fiskivinnupolitikkin, og sigur nýggju skipanina við rullandi fiskiloyvum hevur havt við sær meira spekulatiónin enn áður.
- Samanumtikið ein alt ov ljósareyð røða við lítlum haldi í veruleikanum!