Samgongan í stórum vanda

Høgni Hoydal hevur í dag borið í tingið uppskot um bundnan sjálvstýrisleist, sum endar við fólkaatkvøðu um fullveldi í 2012 umframt uppskot til samtyktar, um at staðfesta sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Hetta er gjørt hóast mótmæli frá løgmanni

 

Tað hevur aldri áður staðið so illa til í samgonguni, sum eftir landsstýrisfundin í dag.

Høgni Hoydal, virkandi løgmaður, hevur seinnapartin í dag latið Løgtingsskrivstovuni lógaruppskot um bundnan sjálvstýrisleist fram at fullveldinum og uppskot til samtyktar, um at staðfesta sjálvsavgerarrætt føroyinga.

Hetta hevur Høgni Hoydal gjørt hóast løgmaður, sum í dag var staddur í London, harðliga hevur mótmælt.

Løgmaður fatar hetta, sum at Tjóðveldisflokkurin hevur brotið samgongusamstarvið. Tí ger hann greitt, at hann metir Tjóðveldisflokkin hava sagt samgonguna upp, tekur Høgni Hoydal ikki uppskotini aftur.

Høgni Hoydal heldur fast um, at uppskotini skulu viðgerast í tinginum.

? Samtykkja vit ikki hesi uppskotini, hendir einki á sjálvstýrisleið, sigur Høgni Hoydal.

Løgmaður er í løtuni staddur í Keypmannahavn, men kemur aftur til Føroya hóskvøldið. Vantandi verður lagnan hjá samgonguni avgjørd hóskvøldið ella fríggjadagin.

Lesið meira í greinunum niðanfyri....