Samgongan stóð ikki saman um flatskattin

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, atkvøddi í móti flatskattinum og harvið eisini ímóti samgonguni, tá løgtingið fyrr í kvøld við aðru viðgerð samtykti uppsktoið hjá landsstýrinum um flatskattaskipan.

Løgmaður hevur týðuliga og greitt sagt, at tann, sum ikki atkvøður fyri uppskotinum um flatskatt, hann er ikki við longur. Um Jenis av Rana nú er farin úr samgonguni, og um Miðflokkurin er skrædnaður, er enn ikki greitt. Men sum Portalurin skilir, so hevur Jenis av Rana fingið eitt lyfti frá løgmanni um, at ávísar broytingar verða gjørdar í uppskotinum í morgin, sum so kann samtykkjast við triðju viðgerð fríggjadagin.

Onkrir tingmenn í samgonguni hildu, at Jenis av Rana spælir fríspæl og fer at atkvøða fyri uppskotinum fríggjadagin.

Stórur spenningur hevur verið um, hvørt samgongan for at megna at standa saman um hetta fyri samgonguna sera týðandi uppskot. Tann royndin eydnaðist so ikki.

Men hóast Jenis av Rana er ímóti – og hóast hann skuldi verði koyrdir úr samgonguni, so hevur samgongan framvegis meiriluta upp á 18.