Samgongan jarðleggur fiskivinnuna í útjaðaranum við at taka flutningsstuðulin frá henni uttan at finna arða alternativa loysn á trupulleikanum við kostnaðinum av flutninginum frá meginøkinum til framleiðslu, har sund og firðir skilja.
Undirritaði hevur fyrr gjørt vart við, hvussu trupult tað er hjá virkjum í útjaðaranum at kappast um rávøruna, tá kapp-ingartreyutirar ikki eru eins.
Kostnaðurin frá Uppboðssølu til virkingastað, har sund og firðir skilja, er eitt nogv dýrkandi lið , serliga tá ein hevur í huga, at marginalarnir eru smáir.
Ein stabil politisk skipan er neyðug og ikki ein skipan har tú broytir tingini frá degi til dags uttan himpr og uttan at hugsa um konsekvensirnar av tínum gerningum.
Er tað kanska betri at fólk sum kundu havt eitt arbeiða á fiskavirki heldur fara aftur til ALS,- tað kann nevniliga skjótt gerast veruleikin.
Sama ger seg galdandi við russaraframleiðsluni hjá Fiskavirking sum er ein sokallað "nicheframleiðsla", - hví oyðileggja hetta atlernativ av berari óvitinheit.
Hava tit í Fiskimálastýrinum, nakrantíð verið úti á føroyskum virkjum og sæð og hoyrt meiningarnar hjá leiðslunum har ella havt tær til hoyringar, áðrenn tit takað avgerðir sum hesa ?? Eg trúgvi neyvan teir nakrantíð hava sæð tykkum í nánd av virkjum sínum.
Stuðul er ikki altíð av tí ringa, tað veldst um hvar og hvat tú stuðlar og í hesum sambandi er stuðulin ein bøtandi hond fyri vinnuna í útjaðaranum sum javntstillar kostnaðin hjá henni ,at flyta fisk frá uppboðssølu til virkini har sund og firðir skilja og flutningskostnaðurin tískil er nógv hægri ,enn í meginøkinum.
Hugsið tykkum væl um áðrenn tit gera skerjingina, tí hon kann skjótt koma tykkum aftur um brekku í við øktum arbeiðsloysi.