Samgongan sparir eftir reyv

Landsstýrið roynir at leggja trýst á tey alment løntu, so at lønarhækkingin upp á 3% í heyst verður strikað, men tað er at spara eftir reyv, staðfestir Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur Verða fakfeløgini tvingað at strika lønarhækkingina, sum tey eiga at fáa í oktober, er hetta ein sparing, sum landskassin fær aftur í gráum kálvsskinni, tí hetta er øvugtur kreppupolitikkur, sigur Hermann Oskarsson í bersøgnari grein, sum verður prentað í fullum líki í Sosialinum mánadagin.

men hvussu stór er so effektiva almenna sparingin av eini lønarlækking upp á 60 miljónir, spyr búskaparfrøðingurin.

- Í fyrsta umfari er sparingin onkustaðni millum 20 og 25 miljónir, tí tað almenna hevði hálað einar 35 ella 40 miljónir av teimum 60 inn aftur í skatti og avgjøldum.

- Í eftirfylgjandi umførum er sparingin upp aftur minni, tí at mistreystið av hesum og øðrum sparitiltøkum elvir til minni keyp og meira sparing.

Hermann Oskarsson sigur, at passar metingin av eftirspurnarmultiplikatorinum, so fer almenna lønarskerjingin uppá 60 miljónir at føra til eina minking av búskapinum upp á heilar 80 miljónir, tí fá almenn tiltøk eru so multiplikatoreffektiv sum lønartiltøk.

Hann leggur afturat, at hendan rangvørga gongdin kann enntá enda við, at almenna sparingin av tiltakinum heilt hvørvur, um sama lønarminking smittar privatu vinnuna.

- Ta minking í skattainntøkum, sum tit gráta um hvønn einasta mánaða - hana fáa tit aftur í gráum kálvskinni, um tit seta gongd á eina lønarsparing í hesum krepputíðum, sigur ein bersøgin Hermann Oskarsson.