Samgongan, sum hevur verið í kreppu síðan Gerhard Lognberg tók stuðul sín aftur, fekk um vikuskiftið ein nýggjan bjargingarring, at halda seg til. Allan fyrrapartin í dag hevur samgongan fundast við umboð fyri Sjálvstýrisflokkin, og sambært pørtunum verður komið undir land einaferð seinnapartin í dag.
Tað vóru tveir positivir tjóðveldismenn, sum Sosialurin hitti í einum lítlum steðgi í Tinganesi fyrrapartin. Bæði Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen søgdu seg hava góðar vónir fyri einum fruktagóðum samstarvi við Sjálvstýrið. Tað eru ikki ávís mál, sum eru á breddanum, men hvussu flokkarnir skulu samstarva formliga.
Kári á Rógvi segði við Sosialin, at talan nú er um at innføra ein nýggjan kultur í føroyskum politikki, har minnilutasamgongan heldur fram at vera formliga í minniluta, men við einum samstarvsflokki sum eitt slag av back up.
- Vit eru ikki ein stuðulsflokkur hjá minnilutasamgonguni, men royna í løtuni at finna ein leist fyri hvussu vit samstarva framyvir, segði hann við Sosialin. Sostatt er talan um, at finna nakrar nýggjar mannagongdir fyri politiska arbeiðið í tingi, har Sjálvstýrisflokkurin hevur ávirkan á eitt nú fíggjarlógina og onnur mál, sum hava týdning fyri flokkin.
Myndatekstur:
Tað vóru bjartskygdir politikarar, sum fingu sær ein lítlan steðg í Tinganesi í morgun.










