Samgongan slitnar av Eysturoyartunlinum

Tað er alt, sum bendir á, at málið um Eysturoyartunnilin fer at gera enda á samgonguni.

Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum eisini er í samgongu.

 

Støðan í málinum er rættiliga spent við tað, at tríggir samgongutinglimir, Bárður Nielsen úr Sambandsflokkinum, Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum og Jenis av Rana úr Miðflokkinum, vilja ikki atkvøða fyri ætlanini hjá samgonguni um ein privatan tunnil.

 

Tí fiskar samgongan nú eftir at fáa teir báðar tinglimirnir úr andstøðuni, Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynartúgvu úr Tjóðveldi, at atkvøða fyri tí privata tunlinum.

 

Agnið, sum skal lokka teir báðar tingmenninir í part við samgonguni, er ein pakkaloysn, har teir báðir skulu atkvøða fyri einum privatum Eysturoyartunli og afturfyri skulu 150 milliónir setast í eitt felag, sum skal gera Sandoyartunnilin.

 

Men sum vit lósu her á in.fo í morgun, hava teir báðir, Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen ein mótleik kláran. Teir royna nevniliga nú at leggja uppskot fyri Løgtingið, saman við andstøðuni, um ein almennan Eysturoyartunnil, sum kanska eisini skal kasta so mikið av sær, at hann eisini fíggjar ein Sandoyartunnil.

 

Jenis av Rana heldur, at hetta er ein so stór politisk fløkja, at hetta yvirlivir samgongan ikki.

 

- Tað er ein spurningur um vit tríggir, Bárður Nielsen, Bjarni Djurholm, og eg sjálvur, kunnu góðtaka, at samgongan fer at keypir sær atkvøður í andstøðuni fyri 150 milliónir krónur, fyri at viga upp ímóti okkara atkvøðum í einum máli, sum er bæði stórt og prinsipielt.

 

Hvørja støðu teir tríggir fara at hava til hendan spurningin, vil Jenis av Rana ikki svara upp á nú.

 

- Men eg skilji so slett ikki, hvussu løgmaður kann góðtaka, at tinglimir í samgonguni kasta saman við andstøðuni í einum stórmáli, sum hesum, leggur hann afturat.

 

- Hendir tað einaferð, at samgongan fer til andstøðuna fyri at fáa meiriluta, kann tað henda aftur. Og hendir tað einaferð, at einstakir tinglimir í samgonguni bara fara í part við andstøðuni, tá ið teir ikki eru samdir við samgonguna, kann tað henda aftur.

 

- Og so er meiningsleyst at halda fram við samgonguni og sostatt noyðist løgmaður at slíta samgonguna, tí tað kann hann ikki liva við, heldur formaðurin í Miðflokkinum.

 

Hinvegin ivast hann stórliga í um hann sjálvur fer í part við andstøðuni í hesum máli.

 

- Hetta eigur samgongan at klára innanhýsis. Tí havi eg heitt á løgmann um at steðga á við málinum og at royna at finna eina semju um eina heildarætlan fyri alt samferðsluøkið, helst saman við andstøðuni.

 

Men sjálvur fer hann undir ongum umstøðum at atkvøða fyri einum privatum Eysturoyartunli.

 

- Tað er óneyðugt at koma við fleiri upplýsingum, tí bara eftir tí, sum longu er komið fram, eri eg meiri sannførdur enn nakrantíð um, at ein privatur tunnil er púra vitleysur og beinleiðis samfelagsskaðiligur.

 

- Føroyski búskapurin tolir rætt og slætt ikki at vit senda tríggjar milliardir av landinum, samstundis sum vit skulu brúka eina milliard upp á Sandoyartunnilin.

 

- Hvussu skulu vit kunna siga við fólk, at vit hava ikki ráð til ymsar tænastur í heilsuverkinum, almannaverkinum og mentanarliga økinum, samstundis sum vit senda tríggjar milliardir av landinum, og samstundis sum vit brádliga klára at hála 150 milliónir úr hattinum til ein Sandoyartunnil, spyr Jenis av Rana.

 

Harafturat hevur ein búskaparfrøðingur rokna út í Sosialinum mikudagin, at tað fer at kosta 100 krónur meiri at koyra ígjøgnum ein privatan tunnil, enn ígjøgnum ein almennan tunnil, vísir Jenis av Rana á.

 

Ovast uppi á síðuni, beint undir lýsingini, ber til hjá lesarum at siga sína meining um um Eysturoyartunnilin í eini atkvøðugreiðslu.