Ein samlað andstøða sendi í gjár løgmanni eitt mótmælisskriv ímóti handfaringini av ymiskum konkretum málum. Serliga er andstøðan ørg inn á, hvussu tíðarfreistirnar ikki verða hildnar, tí sambært andstøðuni verða nógv mál skrumblaði ígjøgnum uttan nakra veruliga viðgerð.
Smyril Line og fíggjarkervið
Sum tvey dømir um, hvussu teir kunnu grundgeva fyri sínum útsøgnum nevnir andstøðan Smyril line og fíggjarkervið.
- Uppskotið um tilbúgving til fíggjarkervið, varð – hóast tað hevði ligið klárt og kent leingi – lagt niðan á ting við kravi um samtykt sama dag. Og uppskotið um at seta pening í Smyril Line, varð – hóast tað hevði verið kent leingi og viðgjørt í landsstýrinum – lagt niðan á ting við kravi um samtykt dagin eftir, skrivar andstøðan.
Pensjónistar og koppseting
Eisini metir andstøðan, at samgongan ger sokallaði spariuppskot, ið bert taka frá teimum veiku, uttan at føra veruligar sparingar við sær.
- Nú leggur landsstýrið so knappliga eina røð av sonevndum “spariuppskotum” á ting, sum ikki eru veruligar sparingar á fíggjarlógini, men bert taka upphæddir frá teimum veikastu samfelagsbólkunum, skriva andstøðan eisini.
Hava sent skeivt
Sambært løgmanni hevur andstøðan sent skeivt.
- Skrivið skuldi í veruleikanum verið sent til løgtingið. Antin til tingformannin, ella til formannin í trivnaðarnevndini, sigur løgmaður, og greiðir frá, at Løgtingið er suverent í tílíkum málum, og at løgmaður í veruleikanum ikki hevur nakað við tað at gera. Teir báðir eru Hergeir Nielsen, tingformaður, og Jákup Mikkelsen, formaður í trivnaðarnevndini.
Hóast løgmaður er av hesi áskóðan, so fer hann at svara andstøðuni.
- Eg fari at geva teimum eitt svar uppá skrivið. Tá ein samlað andstøða kemur við einum skrivið, hava teir rætt til eitt skrivligt svar, tí hetta skal takast í álvara, hóast tað ikki er rætt, at mannagongdirnar ikki verða fylgdar. Vit hava mannagongdir, har vit kunnu víkja frá vanligu freistunum, og hesar hava vit nýtt, sigur Kaj Leo Johannesen. Samstundis metir hann, at samgongan hevur verið noydd til at gera soleiðis, tí teir fingu so ringa tíð, tá CHEsamgongan bara hevði gjørt eina kladdu til fíggjarlóg.