Samgongan skerjir tryggastu inntøkuna hjá føroyingum

So títt og knapt, Sambandsflokkurin kemur aftur í samgongu, verður skal ríkisveitingin úr Danmark prístalsviðgerðast aftur

 


Tað lovar Sambandsflokkurin, nú samgongan og danska stjórnin hava avtalað, at hesi næstu árini skal ríkisveitingin frystast føst á eini ávísari upphædd, ístaðin fyri at hon hækkar, so hvørt prísirnir í samfelagnum annars, hækka.

- Hetta er aðru ferð, at fullveldispolitikarar í óðum verkum, og uttan nakra viðgerð í Løgtinginum, frásiga sær rættin til hesar inntøkur, ið fara beinleiðis inn á landsins fíggjarlóg, sigur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

 
Hann sigur, at ríkisveitingin er ein rættur, ið Føroyar hava, og hon er ein náttúrlig javning í ríkinum. 

- Harumframt er veitingin beinleiðis fígging til fólkapensjón, heilsuverk, serforsorg, og onnur sosial øki í Føroyum.

 
- Tað er hugstoytt, at Javnaðarflokkurin enn eina ferð er við til at gera seg inn á tað, ið føroyskir fólkapensjónistar og veikir bólkar í samfelagnum seta sítt álit á.

 
Bárður á Steig Nielsen vísir á, at fyrst beinleiðis skerdi samgongan, við einum javnaðarmanni sum løgmanni, fólkapensjónina, og nú verður fíggingin av fólkapensjónini eisini skerd. 

 

- Uttan prístalsviðgerð minkar virðið, og tað er tað sama sum at  skerja veitingina, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.