Samgongan skal leggja frá sær

Nú verður aftur farið undir eitt stórt og miðvíst mótmæli ímóti politikkinum hjá samgonguni.

Endamálið er at fáa samgonguna at leggja frá sær og ætlanin at at halda fram við mótmælinum, til endamálið er rokkið, sigur Regin Winther Poulsen, sum er ein av fyrireikarunum.

Tað eru ungmannafelagið hjá Tjóðveldi, Unga Tjóðveldi og Ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, sum skipa fyri.

Fyrsta mótmælið verður í Grasagarði leygarkvøldið 28. apríl klokkan 18 og har verður bæði røður, tónleikur og kjak.

Røðarar vera Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, Regin Winther Poulsen, formaður í Unga Tjóðveldi, Sunneva Mohr, forkvinna í SU og Jóannes Nielsen, rithøvundur.

Tey, sum fara at syngja go spæla eru Sámal Ravnsfjall, Dánjal Gomez, Líggjas Olsen go Falkvard go Nolsøe.

Regin Winther Poulsen er greiður yvir, at samgongan leggur ikki frá sær 28., apríl.

Men tey ætla ikki at gevast, men fara at halda fram við mótmælunum, til endamálið er rokkið.

Tað varð annars lagt hart út við mótmælum, tá ið flatskatturin og pensjónsskatturin var fyri, men tað fjarðaði burtur aftur.

Og fyrireikararnir til mótmælistiltøkini, sum nú verða, dylja ikki fyri, at tey eru vónbrotin av fakfeløgini tí at tey sleptu endanum.

Fyrireikarin sigur, at tað er manglandi samhaldfesti í førda politikkinum, sum eggjar teimum til at skipa fyri mótmælinum.

Tey kalla politikkin hjá samgonguni fyri gramman og eina svikagerð ímóti fólkinum.

Myndin er av Regin Winther Poulsen, formanni í Unga Tjóðveldi og Sunnevu Mohr, forkvinnu í Sosialistiskum Ungum. Tey fara bæði at halda røðu í Grasagarði 28. apríl