Samgongan skal ansa sær - her verður spælt høgt spæl

    

Skymast verður nú í ymsar ættir fyri at vita, hvar fleiri byrðar kunnu leggjast á. ? Toll,- skatta,- og avgjaldstrýstið kann ikki hækka.
Hvørja ferð fíggjarlóg verður løgd, eru ynskini fleiri enn tøkur peningur er til. Betri tíðirnar eru, harðari gerast krøvini frá fólki innan- ella uttansindis politiska heimin.
At skatta- og avgjaldstrýstið á borgaran er vorið nóg tyngjandi, ivast eingin í.
Umframt, at ikki ber til at hækka skatta- og avgjaldstrýstið, skal gerast vart við, tá nú játtanir bert skulu flytast millum eindir og stovnar, at ikki er líka mikið, hvar hesar upphæddir verða fluttar.

Fleiri fíggjarligar byrðar
Í samband við fíggjarlógina fyri 2004, hevur talan verið um at leggja fleiri fíggjar-ligar byrðar frá landskassanum á kommunurnar.
At eitt nú hækka játtanir til Landssjúkrahúsið meðan Klaksvíkar Sjúkrahús verður nullstillað og játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús verður lækkað, tí roknað verður við - eins og farin ár - at landsstýrismaðurin setur lítla játtan á til smærru sjúkrahúsini, so kann Fíggjarnevndin taka sær av hesum, og Landssjúkrahúsið eisini fær nakað meiri í somu útbering. Hetta er bílig, primitiv og óverdug loysn, og fer ikki at bera uppi.
Samstundis ? fyri at fáa meiri pening í avgjaldi ? ætlast fleiri inntøkur fáast við at hækkað toll- og avgjøld á góðgæti, sodavatn og plastikkposar.
Eisini havi eg skilt, at samgongurflokkur okkara Tjóðveldisflokkurin einki hevur ímóti at hækka avgjøld, ið leggjast skulu á borgaran.

Ikki fleiri avgjaldsbyrðar á kommunurnar
Lat meg fyrst siga, at tað er ikki bara ólátað, at lyfta fleiri byrðum av landskassanum fyri at leggja tær á kommunurnar, men hetta er ómoralur. ? Hesin hugburður byrjaði, tá Helena á Neystabø sat sum landsstýrismaður í almannamálum, fyri at fáa hennara part av fíggjarlógini at "ganga upp", varð upphædd viðvíkjandi fríplássum innan barnaansingina bert "kalt" flutt til kommunurnar. ? Fleiri mótmæltu tá hesum.

Sjúkrahúsini líka fyri lógini
Seinasta ár, vóru 2,4 mió. krónur skerdar av Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum vóru ætlaðar til ortopediskar skurðviðgerðir. Hetta hevði við sær, at 20 færri skurðviðgerðir vórðu framdar.
Samstundis verða játtaðar fleiri upphæddir til íløgur og í rakstri til Landssjúkrahúsið, sum vit vita ikki hevur havt tað so gott av ósemjum, og hvørja ferð, tá nýggj fíggjar-ætlan skal leggjast, fáa vit sum politikarar at vita, at "um hesin peningur ikki verður játtaður", verður Landssjúkrahúsið fyri hóttafalli.
Lat meg eisini leggja afturat, meðan eg skrivi, at eg eri sera skeptiskur viðvíkjandi hesum nýggja rákinum, at senda sjúklingar í eyst og vest og rokna við, at nógvur peningur á hendan hátt kann sparast.

Avgjøld til endamáls at minka landskassahallið
At meiri peningur kemur í landskassan ? 30 mió. krónur ? av at taka avgjøld fyri góðgæti, sodavatn og plastikkposar, vísir heilt greitt, at hesi avgjøld eru ikki fyri at "minka um heilsuvandan" hjá børnum og verja umhvørvið, tí her kemur jú meiri inn í landskassan. Her er talan kanska meiri um at "minka um landskassahall".
Eg havi bert víst á hesi trý málini. Her eru vit á tunnum ísi..
Tjóðveldisflokkurin má gera sær greitt, at ikki ber til at taka meiri pening inn í skatta- toll- og øðrum avgjøldum.
Vit í Fólkaflokkinum mugu gera okkum greitt, skal almenni sektorurin ikki framhald-andi økjast, má setast inn, har flestu pengar verða nýttir.
Samgongan ? øll sum hon er ? skal nú ansa sær, skal hon koma væl burturúr tíðini hon hevur eftir at virka í.