SAMRØÐA
Tað ganga helst nakrir dagar, áðrenn fólk vita, um samgonguni er lív lagað.
Landsstjórn, tingmanning og landsstýrisfólk hjá Tjóðveldisflokkinum hava alt vikuskiftið fundast um støðuna, sum kom í, eftir at løgmaður segði landsstýriskvinnuna hjá flokkinum úr starvi.
Enn hevur flokkurin ikki gjørt upp, um tað er vert at halda lív í samgonguni. Men tað er tað, sum flokkurin viðger, sambært Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisfloksins.
? Vit hava ikki gjørt nakra endaliga niðurstøðu enn. Vit skulu fyrst hava nakrar fleiri fundir millum ting- og landsstýrismanning, og tá vit eru komin til eina niðurstøðu, so boða vit fyrst bæði løgmanni og samgongufeløgum frá, sigur Høgni Hoydal.
Nær verður tað?
? Tað er eitt sindur ilt at siga. Vit hava nógv mál á skránni bæði í dag, morgin og ovurmorgin, tá grundlógarráðstevnan er, so tað kann gerast eitt sindur tepurt við tíðini, og tí vil eg ikki seta nakra tíð á. Tað verður ikki í dag ella í morgin, sigur Høgni Hoydal.
Alt tikið upp
Tit fara undir grundlógarráðstevnuna við góðum treysti. Tað ljóðar, sum samgongan heldur fram?
? Tað kunnu vit onki siga um. Tað, sum vit hava viðgjørt, er ikki eitt einstakt mál. Vit viðgera samgongusamstarvið sum heild. Øll tey politisku málini, hvussu gongdin hevur verið í teimum, hvussu útlitini eru fyri framman, og sjálvandi samstarvsformarnir, sum hava verið, og hátturin, sum arbeitt hevur verið eftir, sigur Høgni Hoydal.
Tit umhugsa altso álvarsliga at siga samgongusamstarvið upp?
? Vit eftirmeta samstarvið álvarsliga. Tað kanst tú siga.
Hava tit so viðgjørt, hvør skal gerast landsstýrismaður við mentamálum fyri Annlis Bjarkhamar?
? Nei, vit hava onga støðu tikið í tí málinum, tí vit vilja fyrsta avklára hetta við samgonguni. Tað er ongin meining í at velja ein nýggjan landsstýrismann, um vit ikki velja at halda fram, sigur Høgni Hoydal.
Hetta er ikki tann fyrsta kreppan í samgonguni, og nú tekur eisini tíð hjá tykkum at gera støðuna upp. Eru tit bangin fyri at missa ávirkan og vald í Tjóðveldisflokkinum?
? Tað haldi eg als ikki, at til ber at siga. Tá hetta nú stingur seg upp, so er tað ikki orsakað av einum máli, men eini røð av málum. Vit sita rætt og slætt og eftirmeta, hvørji útlit eru fyri hesum samstarvinum. Vit hava havt góðar fundir, har vit hava viðgjørt alla gongdina frá 1998 og frameftir. Hvat hendi, tá fólkaatkvøðan varð avlýst? Hvar stendur fullveldismálið og onnur mál, sum vit hava sett okkum fyri? Vit hava gjøgnumgingið alla politisku støðuna og sjálvt trúvirðið á alla ta politisku skipanina, sigur Høgni Hoydal.
Er trúvirðið hjá politisku skipanini um at vera uppbrúkt?
? Eg vil ikki gera nakra endaliga niðurstøðu, áðrenn hon er gjørd. Tað vil eg hava høvi at siga á røttum stað fyrst, sum eg plagi at siga.
Inn í málið
Nú ert tú so virkandi landsstýrismaður við mentamálum og hevur so í øllum førum nú fingið høvi til at fáa fult innlit í málið um setan av landsantikvari.
? Tað høvið nýti eg eisini. Eg siti beint nú í mentamálastýrinum og hava júst biðið um at fingið alt málið, sum eg fari at seta meg inn í. Her eru nógvir lutir í málinum, sum eg noyðist at seta meg inn í. Eg skal eisini svara brøvum frá Magistarafelagnum og øðrum, sum er komið, so eg fari inn í málið nú.
Hevur tú sæð nakað higartil, sum staðfestir, at avgerðin hjá løgmanni var »óanstendig«, sum tú tókst til?
? Tað var tað undir øllum umstøðum. Eg reageraði upp á sjálva handfaringina hjá løgmanni frá byrjan av, har ivi varð sáddur um landsstýrismannin beinanvegin. Tað var jú tað, sum gjørdi málið eyka trupult. Og í øðrum lagi, at hann ikki segði tað beinleiðis við okkum, so vit fingu høvi at viðgera tað, men segði tað, meðan eg var av landinum. Í samanbering við øll onnur mál, so haldi eg framvegis tað sama. Og eg kann leggja afturat, at mín virðing fyri Annlis Bjarkhamar bara er økt fyri tann mátan, hon takklaði hetta málið. Hon setti ikki seg sjálva í fokus, men tosaði um politisku útlitini, sigur Høgni Hoydal.
Kemur tað upp á tal at ógilda setanina av landsantikvarinum?
? Nú seti eg meg inn í málið, og so geri eg eisini mína niðurstøðu um tað.
Leitar eftir leka
Málið um setanina av landsantikvarinum hevur verið lagt út sum eitt stríð millum embætisfólk í mentamálastýrinum og politikaran. Og Annlis Bjarkhamar segði eisini, at hon fór at finna ein leka í skipanini. Er tað nakað, sum tú fert at gera nakað við?
? Tað fari eg sjálvandi at fylgja upp. Tað ber eisini til at síggja uttan at kenna alt málið, at her ( ímentamálaráðnum, blðm.) er okkurt ravruskandi galið við tagnarskylduni við tí mátanum, sum alt hetta málið er viðgjørt alment. Og tað er ótrúliga óheppið fyri allar umsøkjararnar, at teir hava verið viðgjørdir persónliga í fjølmiðlunum, sigur Høgni Hoydal.
Hevur hetta málið við landsantikvarinum skatt flokkin?
? Tað vil eg ikki gera nakra meting um, men tað er greitt, at tá eitt mál av hesum slag hevur rumblað so nógv í fjølmiðlunum og er vorðið eitt politiskt ping-pong millum flokkar, tá er tað óhaldbart. At mál fáa slíka viðgerð er ótrúliga keðiligt fyri alla ta politisku skipanina.