Ein arbeiðsbólkur er nú settur at viðgera eina samhaldsfasta samferðsluútbygging Fyribils er samgongan bjargað. Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu hava leingi róð framundir, at teir møguliga vóru til reiðar at ofra samgonguna, um Sandoyartunnilin varð fluttur út í eina óvissa framtíð.
Enn er ikki víst, hvussu verður við tunlinum, men ein bólkur er nú settur at finna fram til, hvussu samferðsluútbyggingarnar kunnu skipast og raðfestast.
Sum skilst, so er talan um at skipa allar tunlarnar í eitt felag, soleiðis at hetta felag skal standa fyri rakstrinum av tunlunum.
Bólkurin skal vera liðugur við sítt álit til ólavsøku.









