Samgongumeirilutin í Trivnaðarnevndini vil hava Løgtingið at fella uppskotið um Fountainhús fyri sálarsjúk, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn hava lagt fyri tingið.
Tað sigur Bjørt Samuelsen.
Endamálið við uppskotinum er at fáa Løgtingið at vísa sín vilja til sum skjótast, at fáa sett á stovn eitt Fountainhús í Føroyum. Uppskotið víðkar ásetingarnar í forsorgarlógini § 32, so landsstýrisfólkið fær eina púra greiða heimild til at seta á stovn Fountainhús fyri sálarsjúk og gera reglur fyri, hvussu eitt slíkt virknis- og endurvenjingartilboð kann skipast.
Sera stórur tørvur er á virknis- og endurvenjingartilboði fyri sálarsjúk. Eldsálir hava gjørt eitt ógvuliga dygdargott fyrireikandi arbeiði til eitt Fountainhús, eisini nevnt klubbhús fyri sálarsjúk, sum er eitt altjóða heiti fyri hesi virknishús. Skipanin virkar sera væl í fleiri londum, og eigur eitt føroyskt Fountainhús at fylgja altjóða standardum ásett av EPCD (evropiskt samstarv fyri menning av klubbhúsum fyri sálarsjúk) og ICCD (altjóða felagsskapur fyri menning av klubbhúsum).
Eitt Foutainhús gevur góðar møguleikar hjá sálarsjúkum at fóta sær aftur í samfelagnum og á
arbeiðsmarknaðinum og fyribyrgir, at fólk aftur og aftur verða innløgd á sálarsjúkrahús, tí
samfelagið ikki er til reiðar at lofta teimum. Talan er tí um eitt uppskot, sum á allan hátt leggur upp til eina vinn-vinn støðu - fyri sálarsjúk eins væl og fyri samfelagið.
Men hóast nógv føgur orð, so feldi samgongan í farnu viku uppskot um at fíggja Fountainhúsið. Og nú samgongan eisini ætlar at fella hettar uppskotið, stendur púra greitt, at eingin veruligur vilji eri í samgonguni at fáa verkætlanina framda, sigur Bjørt Samuelsen.










