Samgongan setir trygdina á sjónum í vanda

Fær samgongan sín vilja og setir so stórar sparingar í verk næsta á, sum ætlanin er, loysir vaktar- og bjargingarskipið, Tjaldrið, aldrin aftur.

Tað er Hendrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og sjómaður, púra sannførdur um.

Sum vit skrivaðu á Portalinum í fríffjadagin, ætlar samgongan at seta so stórar sparingr í verk á Fiskiveiðieftirlitinum, at siglingin má skerjast so nógv, at bara annað skipið verður í sigling.

Hendrik Old sigur við Rás2, at verður annað skipið lagt, verður tað uttan iva Tjaldrið, sum varð bygt til Føroya í sjeytiárunum og sum sostatt er næstan 40 ára gamalt.

- Verður eitt so gamalt skip lagt í eitt ár, er hetta tað sama sum at gera enda á skipinum, tí so loysir tað aldrin aftur av berum teringi, er Hendrik Old vísur í.

- So verður 2012 tað síðsta árið, Tjaldrið siglur.

Annars heldur hann, at tað er vitleyst at spara á hesum øki.

- Tað er ein løgin støða, at vit mugu ásanna, at vit ikki hava ráð at hava tvey skip. Fyri næstan 20 árum síðani vóru vit annars sannførd um, at vit máttu hava tvey skip.

Úrslitið av tí, var Brimil varð bygdur.

Hendrik Old heldur eisini, at tað fer at fáa avleiðingar fyri trygdina á sjónum, at annað skipið verður lagt.

- Har tað er longst at sigla, eru tað yvir 400 fjórðingar at sigla úr einum enda í annan innanfyri føroyska sjómarkið og tí er tað neyðugt, at vit hava tvey skip í hvør sínum enda, tí annars kann tað alt ov skjótt verða alt ov langt at sigla.

Hendrik leggur afturat á Rás2, at vit noyðast at fáa eina avtalu við donsku sjóverjuna um at vera í føroyskum sjóøki alla tíðina.

- Vit eiga eisini at boða øðrum tjóðum frá, hvussu støðan er, og at vit ikki hava ráð til at hava eina nøktandi trygd á sjónum.

Serliga stúrir hann fyri trygdini hjá allari ørgrynnuni av smábátum, sum rógva út á Norðhavinum hvørt vár.

- Har er talan um nógvar smáar bátar og er onki bjargingarskip á leiðini, kann tað skjótt enda við eini vanlukku, sigur Hendrik Old við Rás2.