Samgongan ásannar mistøk

Andstøðuleiðarin Jóannes Ejdesgaard finnist at ymsum útsøgnum hjá Anfinni Kallsberg í løgmansrøðuni. Sambært Jóannesi Ejdesgaard síggjast í dag negativu avleiðingarnar av niðurskurðinum á blokkstuðulinum, umframt at at ætlanir løgmans á økinum um vinnuligan fiskiskap ikki fáa stuðul frá Javnaðarflokkinum, tá løgtingið í hesum døgum skal umtala fiskidagaskipanina

Jóannes Ejdesgaard, andstøðuleiðari Javnaðarfloksins, vísir fyrst og fremst á, at talan var um eina greiða og konkreta løgmansrøðu, sum varð hildin á ólavsøku. Ivamál vórðu sligin fast, og boðskapirnir vóru greiðir.
- Raðfestingin hjá samgonguni tyktist sambært løgmanni fyrst og fremst vera einar sjálvstøðugar Føroyar, og síðani fór hann yvir til varðveitingina av vælferðarsamfelagnum. Um Javnaðarflokkin hevði sitið við róðrið, hevði talan verið um eina øvugta raðfylgju, har vælferð borgarans kom áðrenn nakað annað, slær Jóannes Ejdesgaard fast.
Leiðari Javnaðarfloksins vísir víðari á, at tað tó var positivt við nøkrum staðfestingum frá løgmanni. M.a. kom til sjóndar, at vinnan ikki fær stuðul úr landskassanum, og hevur hetta mál verið sera nógv frammi seinastu tíðina í sambandi við kreppuna í ali- og rækjuvinnuni.

Fiskimálaráðið fríari ræsur
Jóannes Ejdesgaard beit eisini merki í orð Anfinn Kallsbergs um greiðari umsitinginarliga lóggávu viðvíkjandi vinnuligum fiskiskapi. Boðskapurin handan hetta er sambært Jóannes, at Fiskimálaráðið skal hava fríari ræsur, har møguleikin verður at flyta loyvi millum veiðibólkar.
- Løgmaður legði upp til, at landsstýrið skal hava fríari spæl viðvíkjandi fiskiloyvum, og fáar dagar undan, at málið um fiskidagar er á skránni í løgtinginum, var eitt ávíst rák at síggja í røðuni, sum m.a. legaliserar málið um Jógvan S, sigur Jóannes Ejdesgaard. Hann vísir víðari á, at Javnaðarflokkurin væntandi ikki verður einasti flokkur, sum mótmælir, at landsstýrið við fríari ræsum kann flyta loyvi millum veiðibólkar.

Skipanin onga skuld
Løgmaður segði eisini, at hann í stóru politisku málunum hevði eftirlýst eina breiða semju við stórum meiriluta, men at skipanin ikki er nóg góð, og at hon tískil partvís hevur havt skuldina í fleiri av ósemjunum. Hesum finnist Jóannes Ejdesgaard at.
- Skipanin hevur onga skuld í fleiri av teimum ósemjum, vit hava havt, men heldur hevur talan verið um ein sera lítlan politiskan vilja til samarbeiði og semju. Tískil kann eingin geva nakrari skipan skuldina, slær andstøðuleiðarin fast.

Ásanna mistøk
Løgmaður vísti víðari á, at tá búskaparligi munurin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini sambært samgonguskjalinum skal vaksa positivt hvørt ár, verður í ár neyðugt við eini skerjing av rakstrarútreiðslunum í landskassanum komandi ár. Jóannes Ejdesgaard leggur hesum viðvíkjandi dent á, at samgongan í dag noyðist at ásanna nøkur mistøk á búskaparliga økinum.
- Sama landsstýrið, sum fyri fáum árum síðani framdi eina skerjing á blokksuðulinum á umleið 370 mió kr., noyðist í dag at skerja fíggjarlógina við einum prosenti, og við hesum síggja vit, at avgerðirnar tá hava avleiðingar fyri vælferðina í dag. Formaður Javnaðarfloksins vísir við hesum á, at við niðurgongdini í samlaðu búskaparligu gongdini koma avleiðingarnar nú til sjóndar, har føroyingurin noyðist at gjalda, umframt at kommunurnar væntandi fáa sera tung og kostnaðarmikil øki lagdar á herðar sínar.