Samgongan samtykkir skattahækking

Løgtingið hevur samtykt eitt uppskot frá landsstýrinum um at hækka skattin. Harvið verður skattalættin, sum kom í gildi á nýggjárinum, tikin burtur aftur 1. januar næsta ár. Ítøkiliga snýr uppskotið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, seg um at taka burtur aftur skattalættan, sum kom í gildi 1.januar í ár.

Landsstýrið vil lækka inntøkumarkið í skattastiganum, sum í løtuni er 270.000 krónur, niður í 250.000 krónur. Ítøkiliga merkir tað, at tey sum forvinna 270.000 krónur ella meira, skulu rinda 2400 krónur meira í skatti - tað vil siga 200 krónur meira í skatti um mánaðin. Skattahækkingin kemur í gildi 1. januar næsta ár.

Andstøðuflokkarnir eru hart ímóti broytingini í skattalógini. Umboðini hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum í fíggjarnevndini vísa á, at talan er um eina skattahækking í einum ári, har øll útlit eru fyri eini niðurgongd í búskapinum.

Atkvøðugreiðslan í løgtinginum eftir døgurða vísti tíðiliga, at hetta er ein spurningur, har samgonga og andstøða eru grundleggjandi ósamd. 16 tinglimir atkvøddu fyri uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, meðan 15 atkvøddu ímóti. Tveir tinglimir, ein úr samgonguni og ein úr andstøðuni, høvdu frammanundan gjørt sínamillum avtalu um, at hvørgin teirra atkvøddi.

Andstøðuflokkarnir høvdu eitt broytingaruppskot, ið varðveitir verandi skattastiga, og harafturat prístalsregulerar skattastigan, so hann fylgir við gongdini í samfelagnum annars. Hetta uppskotið fall við 15 atkvøðum fyri og 16 ímóti.

Uppskotið skal endaliga samtykkjast við 3. viðgerð, áðrenn tað kemur í gildi.