Tað er ikki semja í samgonguni um uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, um Skálafjarðatunnilin.
Kári P. Højgaard hevur borið uppskotið í løgtingið. Hann sigur við Útvarpið, at ikki allir tinglimirnir í samgonguni fara at atkvøða fyri uppskotinum.
Spurdur, um hann tí má biðja sær hjálp frá andstøðuni, um uppskotið skal samtykkjast, sigur Kári P. Højgaard við Útvarpið,
-Eg vóni tað verður ein breið undirtøka fyri hesum uppskoti. Hvør kemur at atkvøða fyri, og hvør kemur at atkvøða ímóti, fer tíðin at vísa.
Tað hevur skund at viðgerða málið. Sambært avtaluni, sum Innlendismálaráðið hevur við felagið sum skal hava einkarætt til tunnilin, skal støða takast í seinasta lagi tann 31. august.
Uppskotið verður lagt fram á tingfundi tann 31. juli.
Trý uppskot um tunnil millum Eysturoy og Streymoy eru á veg í løgtingið. Tvey uppskot um almenna loysn, og eitt uppskot um privata loysn.
Axel Johannesen, javnaðarflokkurin, og Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, hava latið løgtingsskrivstouni uppskotið um almenna partafelagið Føroyatunlar, sum skal gera og eiga tunnil millum Eysturoy og Streymoy, og millum Sandoy og Streymoy.
Framsókn hevur lagt uppskot fram um almenna felagið, Eysturoyartunnilin. Har eru Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin ikki knýttir saman.
Eysturoyartunnilin skal rekast sum Norðoyartunnilin og Vágatunnilin.
Og triðja uppskotið er privata loysnin hjá Kára P. Højgaard.