Samgongan ósamd um koronuhjálpina

Skipanin við lønarískoyti frá ALS skal setast úr gildi 30. juni, sigur landsstýrismaður. – Hann ger beint ímóti semju í samgonguni, sigur tingmaður

– Tað er ábyrgdarleyst at gera 2.000 fólk afturat arbeiðsleys, og tí skal koronu-hjálpin hjá landsstýrinum halda fram.

Tað segði Christian Andreasen, formaður Fólkafloksins á tingi, at fundi hjá Havnar Framburðsfelag mikukvøldið, sum eisini var endurgivin í Sosialinum fríggjadagin.

Hatta varð segt eftir at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fleiri ferðir hevði ført fram, at skipanin fer úr gildi 30. juni.

Og hetta endurtók Helgi Abrahamsen á FM1 í gjár. Hann sigur, at skipanin hevur tænt fyri seg og at brúk er ikki fyri henni meira.

Les eisini: Hjálparpakkin hevur tænt fyri seg

Sambært Christian Andreasen, so er semja í samgonguni, at skipanin við lønarískoyti úr ALS skal halda fram eftir 30. juni, tá skipanin annars er sett at fara úr gildi.

Sambært Christiani Andreasen, so ger landsstýrismaðurin nú beint ímóti hesi semjuni í samgonguni.

Christian Andreasen segði á fundinum hjá Havnar Framburðsfelag, at sjálvur vil hann, fyri alt í verðini, halda fast við, at hjálparpakkin skal halda fram eftir eftir 30. juni, tí kreppan verður ikki av tá.

– Korona skipanin hjá Als skal halda fram eftir 30. juni, tí tað er ábyrgdarleyst at koyra 2.000 afturat arbeiðsloysi, sigur hann.

– Samstundi er tað neyðugt, at vit varðveita hesi fólkini í ferðavinnuna, so at vinnan ikki missur ta servitan tey hava, leggur hann afturat.

– Endamálið hjá samgonguni er at halda hondina undir ferðavinnuni, so at hon kemur nøkunlunda heilskapað burtur úr kreppuni, og tað eru vit eisini sinnað til, segði Christian Andreasen.

Hann vísir eisini á, at hendan skipanin hevur ikki verið so dýr fyri Als, sum nógv stúrdu fyri.

– Higartil hevur tað kostað Als 125 milliónir, men samstundis hevur Als fingið 80 milliónir í inngjøldum hesa tíðina, so tilsamans hevur tað kostað Als 45 milliónir, sigur hann.

– Sostatt hevur tað ikki verið so dýrt, sum vit óttaðust fyri - men tað hevur verið ein ómetaliga stór hjálp, leggur hann afturat.

Hann ásannar, at tá ið landsstýrismaðurin á økinum er ímóti at leingja skipanina, verður tað ein kampur at fáa hana at halda fram eftir 30. juni.

– Kanska verður tað neyðugt at neyðugt at tvinga tað íg jøgnum Løgtingið við lóg, sigur Christian Andreasen.