Rigmor Dam
Partar av samgonguni eru samdir um, at fleiri pengar áttu at verið játtaðir á fíggjarlógini til barnaansing. Úr tjóðveldisflokkinum eru løgtingslimirnir Finnur Helmsdal og Anita á Fríðriksmørk til reiðar at taka málið upp í samgonguni, og í síðsta enda at atkvøða fyri einum uppskoti frá andstøðuni um at hækka upphæddina.
Anita á Fríðriksmørk sigur við Sosialin, at hon heldur, at ein loysn hjá samgonguni kundi verið, at minka ætlaðu hækkingina í barnafrádráttinum. Í hesum málið er skotið upp, at hækkað barnafrádráttin til 4000,- kr. árliga, ella tilsamans 11 mill. kr. árliga. Anita á Fríðriksmørk sigur, at av hesi upphædd hevði borið til at tikið 5 mill. til barnaansing, tí so koma pengarnir veruliga teimum til góðar, sum hava tørv á teimum
Avtalubrot
Undir orðaskiftinum í tinginum vóru fleiri tingmenn ónøgdir við svarið frá Helenu Dam á Neystabø til Kristian Magnussen um barnaansing. Millum annað segði Finnur Helmsdal, at tað sum landsstýrið nú hevur gjørt, líkist avtalubroti. Tí í lógini um barnaforsorg frá 1997 stendur greitt, at fyri at kunna nøkta tørvin á barnaansing, er neyðugt at útreiðslubýtið millum land og kommunu verður broytt soleiðis, at kommunuparturin hækkar úr 30% til 35%, og at landskassans partur lækkar tilsvarandi. Spardi peningurin skuldi koma kommununum til góðar. Eisini segði hann, at við avtaluni frá 1997 um útreiðslubýtið spardi landið 5 mill. bæði í 1998 og 1999, soleiðis at samlaða sparingin bleiv tilsamans 10 mill. kr. Tí skuldi man trúð, at fyri 1999 var tað rættast at kommurnar fingu tað, sum tær høvdu roknað við. Finnur Helmsdal metti tískil, at kommunurnar eru farnar undir at økja um talið á plássum, undir skeivum fyritreytum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Finni Helmsdal áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, men sum skilst á útvarpinum hóskvøldið, ætlar hann at taka hetta málið upp í samgonguni. Um samgongan ikki ætlar at gera nakað við tað, sigur hann, - so kann tað verða, at man tekur undir við einum uppskoti sum, andstøðan leggur fram, um at hækka upphæddina. Tí eg haldi at hetta málið er so álvarsligt, og hetta líkist rættiliga nógv einum avtalubroti.
Uppskotið
Andstøðutinglimirnir, Kristian Magnussen úr javnaðarflokkinum og Heðin Mortensen úr sambandsflokkinum, ætla seta fram uppskot í Løgtinginum um at seta fleiri pengar av til barnaansing. Teir fara at skjóta upp at seta uml. 5 mill. eyka av á fíggjarlógini. Hesin peningur skal nýtast til at játta tær 12 umsóknirnar um nýggj ansingarpláss, sum liggja í landsstýrinum. Kristian Magnussen og Heðin Mortensen fara tí sum skjótast at kanna, um nakar vilji er til at broyta upphæddina á fíggjarlógaruppskotinum, annaðhvørt í fíggjarnevndini ella í Løgtinginum, og hvussu hetta skal gerast. Kristian Magnussen sigur, at hetta uppskotið ikki verður ein útreiðsla hjá landinum, tí meginparturin fer til at løna fólki, sum gjalda skatt og avgjøld. So tað verður eisini ein inntøka hjá samfelagnum.
Eisini ivast hann í, um landsstýrið hevur heimild at nokta kommununum pengar, sambært barnaforsorgarlógini.
- Tað mugu eisini fylgja skyldur við, tá ið landsstýrið hevur mynduleika til at góðkenna og at játta sín part, sigur hann.