- Ólavsøkan er komin og farin, og enn hevur samgongan ikki loyst fløkjuna um fiskivinnunýskipanina. Nærri er fløkjan vorðin størri og óhugaligari so hvørt sum tíðin til 1.januar styttist. Nú bíða so allar Føroyar eftir at hoyra, hvussu landsstýrið ætlar sær at greiða fløkjuna, men har er man nú farin at varpa ljós á stjórnarskipanina.
Tað skrivar Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, í lesarabrævi sent fjølmiðlunum, nú tingið viðgerð røðuna hjá Aksel V. Johannsen, løgmanni, á ólavsøku.
Formaðurin í Sjálvstýri vil vera við, at alt tosið um stjórnarskipanini einans er ein roynd hjá samgonguni at flyta fokus frá tí, ið hann kallar ein av størstu politisku vavgreytinum í nýggjari tíð, nevniliga fiskivinnunýskipanin.
- Okkara høvuðsvinna liggur í andaleypi av berari óvissu um spælireglurnar í framtíðini, tí málið um fiskivinnunýskipanina ikki er avgreitt enn. Í nærum tvey ár hevur leitað eftir eini semju, sum framvegis ikki er at hóma. Men í staðin fyri nú at koma við eini ítøkiligari ætlan fyri, hvussu fløkjan skal greiðast, so verður farið víðari til næsta stórmál: stjórnarskipanina, skrivar Jógvan Skorheim.
Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Jógvani Skorheim við at trýsta á her.